Tað er langt millum brunnarnar, og tá borað verður so mugu vit vera til arbeiðis alla tíðina, eisini á ólavsøku sigur Eli Lassen, stóri á útgerðarstøðini í Runavík
Flest øll arbeiðspláss kring landið eru sum veram man stongd um ólavsøkuna. Kortini við onkrum undantaki. ?Tað er so langt millum brunnarnar, at tá borurin loksins verður settur í undirgrundina, so mugu vit sjálvandi vera til arbeiðis hvønn dag, eisini tá ólavsøka er. Hetta sigur fryntligi og spenti vágbingurin og oddamaðurin á útgerðarstøðini í Runavík, Eli Lassen við Portalin. Millum 12 og 15 fólk starvast á útgerðarstøðini, tá borað verður. Serútgjørd skip koma við tilfari og leggja tað upp á støðini og koma so onnur skip eftir somu útgerð og flyta hana til boripallin West Phoenix, sum nú hevur borað í skjótt fýra dagar á landgrunninum í ein landssynning úr Føroyum.
Eli Lassen, sum nú hevur bíðað eftir hesi boringini í skjótt tvey ár, er fegin um, at gongd er komin á aftur oljuleitingina. Hetta er sjeyndi brunnurin, sum verður boraður, og í øllum hesum boringum hevur Atlantic Supply Base í Runavík virkað sum útgerðarstøð.
Hann vónar, at oljan skjótt verður funnin, so virksemið á støðini kann gerast meira støðugt. Grundarlag verður fyri meiri virksemi á støðini, um okkurt lønandi fundið verður gjørt. Tí tann dag borurin rakar við olju- og ella gassgoymslur í undirgrundini, tá fer at síggja bjartari út hjá útgerðarstøðini í Runavík. Møgulig útbygging og eftir tað framleiðsla fer at skapa nógv og støðugari virksemi á Atlantic Supply Base.
Eli Lassen er fegin um, at ENI, sum stendur fyri boringini, hevur fingið eina so góða byrjan. Við hesum sipar hann til góða veðrið og at farast kundi í gongd uttan at ringt veður tarnaði virkseminum. Tað hevur nevniliga nógv at siga at fáa eina góða byrjan. Og hon hevur so aftur positiva avleiðing fyri arbeiðið á útgerðarstøðini.
Stjórin á ASB í Runavík heldur umstøðurnar á støðini at veita oljuvinnuni tænastur eru sera góðar, her ikki minst havnaviðurskiftini. ?Øll, sum koma higar, lata sera væl at, og vónandi kann hetta eisini sigast, tá henda uppgávan er liðug um nakrar mánaðír.
Nú um dagarnar kom Viking Lady á Runavík, sum er eitt nýtt slag av útgerðarskipum og øðrvísi enn tey vit vanliga eru von við at síggja. Skipið hevur annað snið og er útgjørt við teirri nýggjastu útgerðini til flutning í oljuvinnuni. Øll manningin er norsk, sum letur væl at umstøðunum í Runavík.