Í blaðnum í gjár skrivaðu vit, at tónleikabólkurin Frændur skuldi á pall í gjár og í dag. Hetta er tó ikki heilt rætt. Tey, ið vilja hoyra Frændur, mugu bíða til næsta vikuskifti, men tá verða høvini eisini tvey. Fríggjakvøldið spæla teir á Platform. Atgongumerki til hetta tiltakið kunnu keypast í forsølu í Kunningarstovuni í Havn. Leygarkvøldið verða teir so í Fuglafirði í Mentanarhúsinum. Og í sambandi við henda dansin koyra bussar úr Havn, av Strondum, Toftum, úr Sørvági og Vestmanna og heimaftur tá dansurin er liðugur. Byrjað verður klokkan 23.30 og dansurin endar klokkan 3.45.