Í løtuni er prosjekteringin í gongd í eini ætlan at gera ábøtur á bátahylin í Skúvoy, soleiðis at hann kann gerast kyrrari.
Samstundis við hetta verður arbeitt við at finna eina framtíðarloysn, har ein atløgusíða verður gjørd til størri bátar, t.d. til strandfaraskipið Sildberan, ið røkir farleiðina millum Sand og Skúvoy.
Landsverk upplýsir, at forkanningarnar eru gjørdar og at prosjekteringin verður liðug í desember mánaði. Eftir tað kann arbeiðið bjóðast út.
Prosjektið er mett at kosta 23 mió kr.