Tá vit hyggja at arbeiðsloysishagtølum og gongdini í fólkatalinum landafrøðiliga, síggja vit, at avleiðingarnar av fíggjarkreppuni merkjast best úti um landið og minni her í høvuðsstaðnum, har fjøldin av almennum arbeiðsplássum er størst.
Tí er umráðandi, at vit umframt at brúka virskemisskapandi íløgpengarnir til skilagóðar umbyggingar av landssjúkrahúsi, psykiatriskum depli, skúladepli í Marknagili og øðrum her í høvuðsstaðarøkinum, eisini seta okkum fyri at spjaða virksemisskapandi íløgurnar landafrøðiliga.
Vit vita til dømis, at nógvir bústovnar og sambýli innan Serstovnaøkið eru í ógvuliga vánaligum standi og aðrir ótíðarhóskandi. Uttan iva ber til at byggja nýmótans og tíðarhóskandi stovnar, sum eitt slag av depilstilboðum úti um landið. Tað hevði helst verið skilagott, um landsstýriskvinnan í almannamálum setti sær fyri at brúka rættiliga fitt av íløgupeniningi innan hetta økið. Tí við hesum høvdu vit fingið tvey fyri eitt - um man kann loyva sær at málbera seg so: Vit høvdu fingið dagført serstovnaøkið upp á eitt rímiligt støði, og samstundis høvdu vit sett skilagóð virksemisskapandi tiltøk í verk, sum veruliga eru virkssemisskapandi. Vit vita jú, at tað er ein sannroynd, at tað ikki er serliga virksemisskapandi bara at bora tunlar...
Skulu vit hava protektionismu?
Í sambandi við virksemisskapandi íløgurnar havi eg hug at seta fram ein rættiliga týdningarmiklan spurning, ið eg sjálvur og tingbólkurin enn ikki hava nakað greitt svar ella endaliga niðurstøðu uppá. Hann er, um tað skal setast sum krav, at tað bert eru føroyskar fyritøkur og føroysk arbeiðsmegi, ið sleppa at standa fyri og útføra verkætlanirnar. Tað er rættiliga umráðandi, at vit fáa viðgjørt hendan spurningin sakliga frá øllum sjónarhornum.
Tí her tosa vit veruliga um protektionismu, har vit so ella so læsa okkara arbeiðsmarknað inni. Vit kunnu siga, at um vit veruliga ynskja at brúka íløgukrónurnar virksemisskapandi fyri føroyska arbeiðsmarknaðin og fyri at byrgja upp fyri arbeiðsloysi, so gevur tað meining at hava slíkt krav. Hinvegin kann hetta avmarka úrvalið av arbeiðstakarum og møguliga trýsta prísirnar uppeftir. Og tá talan er um ymiskar seruppgávur, er tað møguligt, at spurningur kann setast, hvørt vit í øllum lutum altíð hava júst neyðugu fakfólkini. Men sum sagt, so havi eg ikki nakað endaligt svar ella niðurstøðu uppá júst hendan spurningin. Men haldi, at vit eiga at brúka orku uppá at viðgera hann nágreiniliga.
Nei til lønardumping
Eitt er tó ógvuliga umráðandi. Tað er, at vit seta sum ófrávíkiligt krav, at í Føroyum skal arbeiðast eftir føroyskum sáttmálaviðurskiftum. Tað skal ongin ivi vera um, at um útlendskar fyritøkur sleppa inn at gera partar av verkætlanum, so skal og má forðast fyri lønardumping. Í Føroyum skulu føroyska sáttmálaviðurskifti vera galdandi.
Útbúgving fram um arbeiðsloysi
Fyri at sleppa undan ungdómsarbeiðsloysi, er neyðugt at játta neyðuga peningin, so allir ungdómar, ið søkja inn á miðnám, sleppa inn.
Harumframt er neyðugt at verja um víðari útbúgvingarnar í Føroyum og eisini at skapa fortreytir fyri øktum útbúgvingartilboðum.
Helst eiga vit eisini at bjóða víðari fjarlestur við serligari skipan á Fróðskaparsetrinum og á Miðnámsdeplunum kring landið, so fólk hava enn størri møguleika at førleikamenna seg og styrkja sínar møguleikar á arbeiðsmarknaðinum. Slíkt átak kostar nakað í samskipan og í lestrarstuðuli, men tað er uttan iva væl givin íløga fyri framtíðina hjá samfelagnum og tí einstaka.
Í øllum førum eiga vit at brúka fysisku umstøðurnar á nýggju miðnámsdepulunum til eisini at veita førleikagevandi skeiðir og útbúgvingar sum fjarlestur til vaksin fólk. Hetta eigur at vera eitt heilt náttúrligt átak eftir at vit gjøgnum fleiri ár hava nýtt orku uppá at bygt og umvælt góðar bygningar at hýsa miðnámsútbúgvingum. Vit eiga at gagnnýta hesar umstøður saman við nýggju kunningartøknini til at bjóða eitt breiðari útbúgvingartilboð eftir vanliga skúlatíð, tá skúlarnir standa tøkir og møguleikarnir tískil eru av teimum allar bestu.