Mugu draga eina felags línu

John Johannesen er formaður í uttanlandsnevndini hjá Løgtinginum, og hann legði dent á týdningin við tøttum samstarvi og at føroyingar draga eina felags línu, skal evropapolitikkurin eydnast til fulnar

Í samband við vitjanina hjá EFTA-nevndini hevur tætt samskiftið verið millum uttanlandsnevndina og landsstýrið.

- Endamálið er at tryggja at øll draga somu línu og at signalini úteftir eru púra greið. Um vit byrja at senda mótstríðandi signal úteftir, kann hetta skaða tilgongdina, og um vit skulu koma á mál, er neyðugt at øll, eisini andstøðan, draga somu línu, sigur John Johannesen, formaður í uttanlandsnevndini.

EFTA-nevndin, sum nú vitjar í Føroyum, er ein parlamentarisk og ráðgevandi nevnd, sum ráðgevur ministarunum í EFTA. Tað er eingin loyna at Sveis eru teir, ið hava verið mest skeptiskir yvirfyri føroyskum limaskapi, og tað stendst mest av at teir halda Føroyar vera reina fiskivinnutjóð.

- Vit hava havt framløgur og fundir við teir í morgun, og eg haldi at teir hava fingið avklára nógvar spurningar. Serliga eru vit áhugaverd fyri Sveis innan ílegugransking, tá Sveis eru sera frammalaga innan medisinalídnað, sigur John Johannesen, formaður í uttanlandsnevndini.

Um tað skal eydnast at fáa sannført nevndina um at tað er ein gongd leið fyri EFTA at lata Føroyar fáa limaskap, er neyðugt at øll, eisini politikarar í bæði samgongu og andstøðul eru samd um tilgongdina.

- Uttanlandsnevndin bakkar fult uppundir leistin hjá Uttanríkisráðnum, og tað er av størsta týdningi at øll nú draga somu línu, sigur John Johannesenm, formaður í uttanlandsnevndini.


Eygleiða í serfrøðinganevnd

Afturat tí legði John Johannesen dent á, at uttanlandsnevndin er samd um at hetta er ein gongd leið fyri Føroyar, soleiðs at vit kunnu fjøltátta føroyska búskapin og fáa fleiri bein at standa á.

- Fundirnir í morgun hava verið positivir, og vit hava figið positiv tekin um framtíðina. Nú verður ein serfrøðinganevnd sett niður av EFTA, og vit hava biðið um at fáa eygleiðandi leiklut í hesi nevndini, og tað hava vit eisini fingið sera positivar afturmeldingar um, greiðir John Johannesen, formaður í uttanlandsnevndini, frá.