Mugu duga at hugsa krittiskt

-Okur liva í einum samfelag, har tað floymir inn við kunning og tilboðum dag og dagliga. Besta dømið um hetta er alnótin, ið flestu okra nú nýta dagliga. Okur kunnu ikki bert slúka øllum rátt, men okur verða í størri og størri mun noydd at taka støðu. Tí er av alstórum týdningi, at okur duga at hugsa krittiskt; at royna at síggja eina søgu frá fleiri síðum segði Helgi Eidesgaard m.a. tá hann sum nýklækt pisa í Suðri helt røðu á Jóansøku. Vit prenta røðuna

PisurøÐa á Tvøroyri

Góðu pisur, foreldur og avvar-andi, tvørafólk og suðuroyingar og øll tykur, sum hava leitað tykum á Tvøroyri at halda jóansøku.
Tað er ikki uttan orsøk, at okur standa her í dag. Okur eru nevniliga vorðin liðug við eina miðnámsútbúgving. Eina útbúgving, ið letur upp dyr og gevur okum møguleika at røkka høgum málum. Við hesi útbúgving hava okur lagt lunnar undir vitanar-støði okra - víðkað sjónarringin - og eru nú til reiðar at taka næsta stigið út í lívið. Pisurnar eru floygdar!
Tað er kanska ikki rættiliga gingið upp fyri fleiri okra enn, at okur nú endiliga eru vorðin studentar. Eru okur glað og vónrík? Eru okur í iva um, hvat okur nú skulu gera? Eru okur kedd, tí okur nú fara hvør okra veg út í lívið? Helst hava okur allar hesar kenslurnar samstundis - og tað er kanska ikki so løgið.
Okur eru 25, sum hava fingið prógv frá Suðuroyar Miðnámsskúla í ár. Í 2 flokkum; einum málsligum og einum støddfrøðiligum. Seinastu 3 árini (fyri summi er tað heili 13 ár) hava okur verið saman nærum dagliga; men nú er skúlatíðin í Vági av. Jeg haldi, at jeg tosi fyri øll, tá jeg sigi, at hesi 3 árini ikki altíð hava verið "ein dansur á rósum", sum orðafellið sigur, men samanumtikið hava tað kortini verið 3 góð ár. Stóri spurningurin er so: "Hvat nú?"
Spyr nakrar av nýfloygdu pisunum, og tað er stórt sannlíki fyri, at tú fært sera ymisk svar - og tað er sjálvandi bara gott - tí hugsið tykum, um okur øll vóru eins og ikki teir einstaklingar, okur í roynd og veru eru - teir einstaklingar við teimum eginleikum, ið gera, at okur øll hvør í okra lagi eru serstøk..
Hóast einstaklingar, er menniskjan tó eisini ein sosial vera. Tað sæst aftur í øllum frá familju, vinum, skúlafeløgum, arbeiðsfeløgum o.s.fr. Okur einstaklingar mynda øll í felag samfelagið... hvør á okra egna serstaka hátt! - men tað at vera einstaklingur í einum bólki - og sostatt eisini í samfelagnum - krevur, at okur kenna ábyrgd og virðing fyri hinum, ið saman við okum mynda henda bólk ella hetta samfelag.
"Ábyrgdin á tínum herum, gáva frá okkum til tín, byrða, ið tung er at bera, ber hana betur enn vit." Soleiðis sigur Martin Joensen í sanginum Morgun, ið okur sungu til prógvhandanina í gjár. Her verður sipað til ta ábyrgd, ið forfedrar okra hava borið undan okum, og sum okur nú skulu bera víðari. Hetta er ábyrgdin fyri okra samfelag; samfelagnum, okur skulu bera víðari til okra eftirkomarar. Ábyrgdin er ein tung byrða at bera, men sum orðið samfelag í sær sjálvum sigur, er hetta nakað, okur gera ella hava í felag. Tí mugu og eiga okur at hjálpast at fyri at skapa bestu karmar og kor fyri okum sjálvi og medmenniskjum okra.
Ábyrgdin áleggur okum sostatt at vísa medmenniskum okra samkenslu og næstrakærleika. Hvussu kunnu okur breggja okum av, at okur hava hjartað á røttum stað, um okur bert hugsa um at lívbjarga okum sjálvum. Hevði okur staðið tveir mans - báðir gorhungraðir - og bert jeg fekk eina máltíð, hevði jeg so givið honum helvtina? Hevði jeg etið alt sjálvur, varð jeg kanska mettur, men samstundis verið noyddur at sæð eitt av medmenniskjum mínum liðið hungur. Gav jeg honum helvtina, høvdu okur báðir fingið lætt um svongdina; - uttan tó at eta okum um rygg... Kann nakar koma við haldgóðum grundgevingum um, at tað, ið flest fólk fáa ágóðan av, ikki er besta loysnin? Tað er mín hjartans sannføring, at tær grundgevingarnar ikki eru at finna; í øllum førum havi jeg ikki hoyrt tær enn...
Okra heimur hevur nóg mikið av tilfeingi til, at allir heimsins borgarar kundu havt eitt virðiligt lív, tó sæst órættvísi valda kring allan heimin. Á námsferðini okur vóru á í Bulgaria fyri knøppum ári síðani, búi okur á einum 5stjørnaðum hotelli. Har var alt, sum droymast kann um; svimjihylur, sauna, handlar, eitt kasino, har mangar krónur dagliga skifta hendur, o.s.fr. Hotellið var umgyrt av vápnaðum vaktum, so ongin óviðkomandi skuldi koma innar. Hugsaði, at hesi óviðkomandi helst vóru tjóvar og aðrir brotsmenn; men tankar mínir gjørdu eina vend, tá okur ein av fyrstu døgunum fóru túr nakrar fáar hundrað metrar frá okra "fornemma" hotelli. Har, upp móti einum lyktapela, sat ein gomul, rukkut kona. Hon sat við krosskastaðum beinum soleiðis, at síða skjúrtið varð "formað" sum ein skál, har peningur frá teimum, ið gingu framvið, kundi sleppast í. Konan sat bert og stardi beint fram í tóma luft, væntaði hálvavegna eina reaktión, tá ið jeg gav henni nøkur oyru, men so var ikki. Jeg ímyndi mær, at menniskju, ið onga lívsgleði hava longur, síggja út sum henda konan. Hon hevur óivað sæð og kent so nógva neyð á egnum kroppi, at øll lívsvón og -gleði var horvin. Var tað hesa konuna, ið vápnaðu vaktirnir skuldu halda burtur frá hotellinum?
Kom í hesum sambandi at hugsa um eitt ørindi í einum sangi hjá Nordahl Grieg, sum Hanus Kamban hevur føroyskað, ið er soljóðandi:

"Eiggilig mannasál, heimurin
ríkur
Svølta og pínast fólk, er onkur
svíkur
Knúsið nú órættin, børn, ung um
vøll
Sólskin og mannarætt eiga vit
øll"

Okur liva í einum heimi, ið gerst alsamt minni. Hóast tætt knýtt at okra upphavi og umhvørvi, fáa okur fleiri og fleiri møguleikar m.a. at samskifta og samvera við onnur, at ferðast til fremmand støð og lond, at fáa vitan, og tað kemur í dag oftari fyri, at ung (og eldri við) leita sær út um landoddarnar - eisini ríkisfelags-skapin - í styttri ella longri tíðarskeið.
Í einum øðrum ørindi í oman fyri nevnda sangi hjá Martin Joensen sungu okur: "Heimurin fyri tær opin, kannar teg gjølla og væl, merktur av ringastu royndum, býður tær kortini sess."
Okur standa nú sum pisurnar, ið fara úr reiðrunum. Heimurin stendur opin fyri okum. Okur hava ymiskar dreymar og vónir, men eitt er víst; okur vilja uppliva eitthvørt og/ella nema okum útbúgving. Møguleikarnir eru óteljandi; og valið ofta torført.
Heimurin - okra heimur - hevur upplivað mangan ræðuleika, báði í for- og nútíð. Tíverri eru útlit ikki í løtuni fyri, at ræðuleikans tíð er av fyri allar heimsins borgarar. Aftur her kemur ábyrgdin inn. Okur kunnu - bert okur vilja - vera við til at skapa ein betri heim fyri okra medborgarar og eftirkomarar. Sjálvandi fær ein persónur ikki broytt heimin frá degi til dags, men fært tú betra umstøðurnar hjá einum medmenniskja, hevur tú sanniliga gjørt mun. Um bert øll hugsaðu eins nógv um onnur sum um seg sjálvan, hevði heimurin ivaleyst sætt nakað væl øðrvísi út.
Eins og øllum nútímans samfeløgum tørvar Føroyum væl útbúgvið fólk, skulu og vilja okur fylgja við gongdini í okra parti av heiminum. Føroyar eru ein lítil tjóð; tískil hava okur ikki neyðuga tilfeingið og umstøð-urnar til at hýsa øllum tilboðum, ið umheimurin hevur at bjóða. Nógv okra fara tí út í heim at leita okum upplivingar, royndir, kunnleika og útbúgving.
Tá ein ferðast til onnur støð ella lond, er av alstórum týdningi - og tað skal vera ein sjálvsøgd sjálvfylgja -, at okur læra at vísa tolsemi mótvegis øðrum og góðtaka tær nógvu ymisku "nuancurnar", okur sum menniskju - sum einstaklingar - og sum samfelag umboða.
Tá hetta er sagt, má jeg eisini loyva mær at venda hetta sama inn eftir móti okum sjálvum. Tá okur føroyingar uttan at himprast kunnu fara til útlond í styttri ella longri tíðarskeið (summi flyta jú eisini med allah), vænta okur sjálvandi at væl verður tikið ímóti okum; og tí er tað báði synd og skomm, um okur ikki sjálvi høvdu gjørt tað sama mótvegis útlendingum, ið koma hendan vegin; serstakliga teimum, ið veruliga hava áhuga í at innlimast í okra samfelag, læra seg málið og á allan hátt bert bera ja-liga ávirkan við sær. Sjálvandi taka okur væl ímóti hesum fólki.
Ein av fortreytunum fyri, at okur kunnu vísa tolsemi og virðing fyri øllum uttan mun til kyn, rasu, húðarlit, átrúnað, politiskan lit, kynsliga sannføring o.a., er, at okur - um tað ikki er ein viðføddur eginleiki - læra ella ogna okum hendan eginleika. Sjálvt um jeg eri sannførdur um, at okur hava okkurt viðføtt, ið er við til at gera okum til tey, okur eru, eru tað eisini ymisk onnur viðurskifti, ið eru við til at mynda okum. Fjøl-miðlar, foreldur, vinir, fólka- og miðnámsskúlin, royndir - fyri bert at nevna nakrar av samfelagsins faktorum - spæla inn. Skúlin hevur í dag eisini fingið eina nakað øðrvísi uppgávu. Frá bert at vera eitt stað, har tú lærdi at lesa og skriva, eru eisini nakrar aðrar uppgávur álagdar skúlanum. Skúlin hevur meir ella minni altíð havt sum uppgávu at geva okum eina barlast at hava við út í lívið, men sum samfelagið broytist, má skúlin eisini fylgja við.
Flestu okra hava nú sitið á skúlabeinki í 13 ár. Okur hava lært, lisið, hoyrt og fingið vitan trúttaða niður í okum. Í mong ár var skúlin bert eitt stað, har tú fekst vitan - tað, ið lærarin segði, var sannleikin; allur sannleikin, og tað var onki at kjakast um. Í dag er (ella skal tað vera) øðrvísi. Okur liva í einum samfelag, har tað floymir inn við kunning og tilboðum dag og dagliga. Besta dømið um hetta er alnótin, ið flestu okra nú nýta dagliga. Okur kunnu ikki bert slúka øllum rátt, men okur verða í størri og størri mun noydd at taka støðu. Tí er av alstórum týdningi, at okur duga at hugsa kritiskt; at royna at síggja eina søgu frá fleiri síðum. Bert at siga, at soleiðis er alt nú einaferð, er alt ov einfalt - og kann lættliga nýtast til at fráleggja og frábiðja sær alla ábyrgd; báði fyri einum sjálvum og øðrum.
Tá okur byrjaðu okra miðnámsútbúgving, fingu okur at vita, at okur helst fóru at fáa prógvini handaði í nýggjum, snotiligum skúla. - men soleiðis bleiv - øllum kunnugt - ikki. Aftur einaferð kom Suðuroyar Miðnámsskúli á breddan; ei heldur hesu ferð av ja-ligum orsøkum. Kjak hevur fyrr verið um, hvar skúlin skuldi byggjast. Uttan mun til hvørja meining, hvør av okum hevur um hetta mál, fegnaðust okur um, at nú kom glið á. Nú vórðu okur bert spent eftir at síggja og uppliva hendan nýggja skúlan. Men nei - hetta untist okum ikki - í øllum førum ikki, meðan okur sjálvi vóru næmingar á skúlanum. Landstýrið kom herfyri við útmelding um, at skúlin skuldi verða í Hovi; og mikil øsing stóðst av hesum. Sum málið er í løtuni, sær út til, at skúlin verður bygdur í Hovi, men um jeg havi skilt tað rætt, verður í løtuni kannað, um landstýrið bar seg at á lógligan hátt, tá avgerðin um "skúla-flytingina" varð gjørd. Okur, sum nú eru vorðin studentar, eru ikki samd um, hvar skúlin skuldi verið bygdur, so tað málið latið jeg liggja her; MEN eitt er víst... tað er stórur tørvur á nýggja skúlanum, so vónandi verður ikki so longi, til gongd kemur á sjálva byggingina, tí nú er nóg longi klandrast og bíðað...
Tað er ikki lygn, tá jeg sigi, at skúlaumstøðurnar okur (og fleiri undan okum) hava livað við hesi 3 árini, ikki eru nógv at reypa av. Fyrstu og aðru flokkarnir hava høli í Vágs skúla, meðan 3. flokkarnir húsast í gamla posthúsinum. Synd er at siga, at plássið er stórt, men okur kundu kanska tikið eitt gamalt føroyskt orðatak fram, ið sigur, at har tað er húsrúm, er eisini hjartarúm. Okur hava klárað okum við tí, okur fingu - og mangt ber til, um bert hugurin og viljin eru til staðar. Við grenji og klandri kemur ein ikki langt. Sjálvandi skal ein ikki sita hendur í favn og góðtaka alt. Aftur her hava okur eina ábyrgd.
Okur liva í einum demokratiskum samfelagi, og tí hava okur øll rætt at siga okra hugsan. Einhvør veit, at um eins egnu sjónarmið skulu vinna frama, eigur hald at vera í sjónarmiðnum. Okur eiga at seta okum inn í samfelagsmál; annars kunnu okur ikki taka støðu - og ei heldur luttaka í samfelagsskjakinum, ið jú viðkemur okum øllum.
Við at seta seg inn í eitt mál, tekur ein støðu út frá eins egnu fortreytum og sjónarmiðum. Tú eigur at kunna grundgeva fyri meiningum og sjónarmiðum. Kanst tú gera tað, kanst tú koma langt; enski heimsspekingurin Francis Bacon segði einaferð, at "ein grundgeving er at sammeta við skotið frá einum brókarboga; tað er líka úrslitagott, um tað er ein kempa ella ein dvørgur, ið skotið hevur."
Tað er gamal siður í Føroyum, at ymiskar bygdir skipa fyri stevnum. Nakrar eru stevnurnar, ið veruliga hava fest røtur í samfelagnum; her er serliga talan um tær stevnur, har FM í kappróðri er og so ymsar minni bygdastevnur kring landið. Seinnu árini eru eisini festivalar byrjaðir at stinga seg upp. Fyrst kom G! Festivalurin, ið veruliga breyt upp úr nýggjum. Hetta er eitt tiltak, ið minnir nakað um áðurnevndu stevnur, men høvuðsdenturin verður lagdur á tónleikin. Í fjør kom so eisini Summar-Festivalurin í Klaksvík. Hesir festivalar eru - hóast mangar líkheitir - sera ymiskir. Báðir eru tó sera væl móttiknir av fólki úr øllum landinum; kanska einamest av tí orsøk, at teir ikki fella saman við nøkrum av siðbundnu bý- og bygdastevnunum. Í ár kunngjørdu sandoy-ingar, at teir eisini fóru at skipa fyri einum tónleika-festivali. Onki ringt um tað, MEN tá dagfestingin varð kunngjørd, fingu tvørafólk og suðuroyingar sum heild ein kvøkk. Festivalurin skuldi verða sama vikuskiftið sum jóansøkan.
Arbeitt hevur í fleiri mánaðir verið við eini tónleikaútgávu í sambandi við, at í ár er 80instjúgunda jóansøkan. - og ikki var long tíð liðin, áðrenn eisini fólk á Tvøroyri høvdu tikið stig til eitt tónleikatiltak. Okur fáa tó ikki nakran tónleika-festival sum so... hetta er jú jóan-søkan, sum okur kenna hana, - tó við eyka kryddi.
Jeg haldi, at tað er sera harmi-ligt, at sandoyingar skipa fyri festivali júst hetta vikuskiftið. Tað er jú ikki bert jóansøkan, ið missir nakað av hesum; eisini festivalurin á Sandoynni hevði uttan iva fingið fleiri gestir, varð hann eitt annað vikuskifti, tá ongin stevna annars skuldi vera. Hetta er dømi um sera óhepna fyrireiking.
Norðingar, suðringar; eystur og
vestur,
lat okkum fylkjast um oyggjarnar
fast,
tvinnast vit saman, ei strongurin
brestur,
tvídráttarhuganum fáa vit bast,
Ein fyri øllum, og øll fyri ein!
herróp má vera, um gróður skal
trívast,
tað gevur tjóðini mergin í bein,
sannførast, búnast, upplívast."

Hesi orðini eigur Martin Eysturdal, og vón mín er, at okur føroyingar allir sum ein taka hesi orðini í álvara. Skulu serstakliga smærru bygda- og oyggjasamfeløgum okra verða lív lagað, er neyðugt, at okur hugsa longri enn um okra egnu lítlu lokalu verð.
At enda vil jeg bera tykum, sum lýddu á, báði studentum og áhoyrarum annars eina kenda heilsu, ið kann nýtast um øll lívsins viðurskifti:
"GAKK ALTÍÐ MÓTI SIGRINUM FRAM"
TAKK FYRI OG GÓÐA JÓANSØKU