Almannaverkið hevur fyri fyrstu ferð kannað sálarliga arbeiðsumhvørvið og trivnaðin í stovninum. Kanningin er fyrsta stig í einari skipaðari tilgongd, har Almannaverkið vil kanna og betra um arbeiðsumhvørvið og trivnaðin í stovninum.
Ein nýggj trygdarskipan er sett í verk í Almannaverkinum, har stovnurin er býttur upp í 15 trygdarbólkar.
Fyrsta stigið er, at bólkarnir við støði í kanningini, skulu koma við tilmælum um tiltøk fyri at betra um arbeiðsumhvørvið og trivnaðin.
Tað skrivar Almannaverkið í tíðindaskrivi í morgun.
Samanumtikið vísir kanningin, at starvsfólkið í Almannaverkinum er væl nøgt við starvið og samstarvið við starvsfelagarnar, meðan samstarvið við leiðararnar sveiggjar eitt sindur í ymsu spurningunum.
Almannaverkið hevur ongan samlaðan politikk fyri, hvussu strongd skal handfarast, og tað sæst aftur í kanningini, har 91,4% av starvsfólkunum svara nei, tá spurt verður um tey vita, hvussu man handfer strongd í Almannaverkinum.
– Tað kemur tíverri ikki óvart á, men tað er greitt, at vit mugu taka spurningin um strongd í størri álvara, sigur Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum.
Kanska eyðsýndastu úrslitini í kanningini eru, at ein triðingur av starvsfólkunum hava verið fyri hóttanum, ein fjórðingur fyri harðskapi, meðan ein fimtingur av starvsfólkunum hava verið fyri ódámligum ónáðum og arging á arbeiðsplássinum.
Harðskapurin og hóttanirnar koma at kalla allar frá borgarum, sum eru partur av skipanunum hjá Almannaverkinum, meðan ein lutfalsliga stórur partur av ónáðunum eru frá starvsfeløgum. Hóttanir og harðskapur er ein partur av arbeiðnum í Almannaverkinum, men tað er greitt, at stovnurin skal duga betur at handfara harðskap, hóttanir og ónáðir.
– At bara helvtin siga seg hava fingið nøktandi hjálp aftaná slíkar hendingar er ikki nóg gott. Vit mugu verða betri til at taka hond um starvsfólkið hjá okkum, sigur Edvard Heen.
Kanningin vísir, at sálarliga arbeiðsumhvørvið og trivnaðurin í Almannaverkinum er á einari góðari leið, men hon gevur eisini starvsfólki og leiðslu ábendingar um manglar. Fyri Almannaverkið hevur kanningin stóran týdning:
– Hendan kanningin er tann fyrsta í røðini og hon gevur okkum eina løtumynd, sum vísir okkum, hvar vit standa. Nú fara trygdarbólkarnir til verka, og vit síggja fram til tilmælini um batar á ymsu økjunum, sigur Edvard Heen.