Mugu finna olju fyri at nøkta orkutørv

-Alt bendir á, at oljuprísurin verður høgur framhaldandi og helst fer at hækka enn meira uppá longri sikt, um eftirspurningurin verður varandi. Føroyska samfelagið er so heft at oljuni, at vit tí hava tørv á antin at útbyggja viðvarandi orku munandi ella at finna oljuna sjálvir, so vit fáa eina javnvág í okkara oljunýtslu og framleiðslu sigur Magni Arge, formaður í Oljuvinnufelagnum

Oljuráðstevna
Jan Müller
jan@sosialurin.fo

-Hetta var ein frálíkt ráðstevna. Um morgunin hevði eg kensluna av, at hetta kanska var ein hin mest áhugverda, sum vit hava havt yvirhøvur. So avgjørdur er Magni Arge, formaður í Oljuvinnufelagnum, sum setti "Offshore Faroes 2006" í Norðurlandahúsinum nú um dagarnar. Magni Arge, sum hevur fylgt oljutilgongdini sera neyvt øll hesi seinastu árini bæði frá Vinnuhúsinum og frá palli sínum í Atlantsflogi veit betur enn nakar, hvussu álvarslig og tyngjandi framtíðin kann gerast fyri føroyska samfelagið halda oljuprísir fram við at hækka og vit ikki gera okkum minni heft at oljuni. Á oljuráðstevnuni kom fram, at Føroyar eru eitt tað land í øllum heiminum, sum er mest heft at eini orkukeldu, nevniliga oljuni. Ikki minni enn 94% av orkuforbúkinum stava frá olju. Ímynda vit okkum, at prísirnir halda sær og bara vaksa eisini, so verður galin endi.

Og tað var nettupp tí, at formaðurin í Oljuvinnufelagnum, sum skipaði fyri ráðstevnuni var so fegin um, at tey ikki bara umrøddu leiting eftir olju men eisini prís, nýtslu og tørv á olju sum orkuveitari og á viðvarandi orkukeldum so sum vindorku og alduorku.

Magni Arge, sum hevur verið orðstýrari á teimum flestu av oljuráðstevnunum, sum hava verið í Føroyum seinastu árini er tískilt nøgdir við stevnuna, hóast onkur helt fyri, at leiting og orkuveiting og orkubrúk ikki áttu at verið blandað saman.

Spennandi framløgur
-Tað var ein sera spennandi framløga bæði Heri Ziska og Gareth Allinson høvdu um leitingina á føroyskum øki og tætt við Føroyar. Tað var so eisini hugaligt, at bjartskygni eyðkendi framløgurnar. Eg haldi eisini, at framløgurnar hjá Magna Laksafoss og Richard Hardmann vóru sera tankavekjandi. Tær vóru ein sera góð introduktión at fara inn og hyggja eftir orkupolitiskum spurningum sum heild - at vit helst hava nátt "the peak" í oljuhøpi tvs. at vit kunnu ikki rokna við at finna líka nógva olju í framtíðini, sum vit koma at brúka. Harvið er ikki sagt, at vit koma í nakra stóra neyð her. Men tað sigur okkum í hvussu so er, at tað í Føroyum eins og man hevur gjørt sær greitt so nógva aðrastaðni í so mong ár, má gera sær greitt, hvønn orkupolitikk man ætlar sær at reka í framtíðini.

Magni Arge heldur eisini, at var tað nakað, sum kom so greitt og týðliga fram frá fyrilestrarhaldarunum, so var tað sannroyndin, at vit eru so bundin at oljuni sum orkuveitari, ja so nógv meira bundin enn nógv flest onnur samfeløg eru. Tí var tað eisini sera hugaligt at síggja bæði SEV, Seawave og Røkt og eisini onnur initiativ, sum Súsanna Sørensen greiddi frá, og sum øll bera á tað borðið, at man hyggur eftir, hvussu vit kunnu minka um okkara binding at olju og fáa aðrar viðvarandi orkukeldur at virka í Føroyum.

Hann heldur, at tað var eisini áhugavert at hoyra um støðuna í Danmark viðvíkjandi vindmyllum og um støðuna í Íslandi. Hvat Ísland viðvíkur, so eru teir í eini heilt aðrari støðu, ja nærum eini heilt øðrvísi støðu enn vit. Teir hava ríkiligt av nærum ókeypis orku, meðan vit mugu keypa hana so gott sum alla.

Krystallklár mynd
Myndin, sum varð málað á veggin á ráðstevnuni, var tí púra greið og krystallklár fyri Magna Arge: -Tú skal ikki rokna við, at oljuprísurin fer at lækka í framtíðini. Hann fer at vera relativt høgur og kanska bara at hækka uppá longri sikt, um annars eftirspurningurin fer at standa við. Tað verður ein byrða fyri føroyska samfelagið, sum er so heft at oljuni. So vit hava tørv á antin at útbyggja viðvarandi orku munandi ella at finna oljuna sjálvir, soleiðis at vit fáa eina javnvág í okkara oljunýtslu og framleiðslu. Groft sagt kann man siga, at annaðhvørt finnur tú oljuna og harvið fær tú stórar inntøkukeldur í Føroyum, ella finnur tú ikki oljuna, og so fær tú stórar útreiðslur og stórar trupulleikar at fáa vælferðina at hanga saman.

Saknaði politikarar
Magni Arge metir tí, at hetta var ein øgiliga spennandi og tankavekjandi ráðstevna. Hann heldur tað kanska var spell, at tað ikki vóru fleiri politikarar og fólk frá umsitingini og fjølmiðlaverðini við á ráðstevnuni, tí hetta er av sera stórum almennum áhuga og týdningi, og kanska nógv meira enn bara spurningurin um at finna olju - nevniliga orkuspurningurin í síni heild.

-Vit hava øll orsøk til at ynskja Statoil bestu eydnuna við teirra leiting í summar og annars teimum, sum ætla sær at leita í føroyskum øki komandi árini.

Magni Arge viðgongur, at tað at fáa at vita, at okkara samfelag er so bundið at oljuni sum hagtølini vísa, ger, at tú verður sera illa við, hóast tú eigur at vita hetta. Tað setur so nakrar týdningarmiklar tankar í gongd, og tí í heldur Magni Arge ikki tað vera grundarlag fyri at seta spurnartekin við, um tað var rætt at taka spurningin um orkuveiting og alternativar orkumøguleikar við í eina "Offshore" ráðstevnu. Tvørturímóti var hetta ein skilagóð avgerð heldur hann.