Mugu geva Sea Shepherd bátin aftur

Hóast umboð fyri Sea Shepherd vórðu dømd fyri brot á djóraverndarlógina og grindalógina, helt dómarin ikki, at grundarlag var fyri at leggja hald á Spitfire, bátin, sum varð nýttur til lógarbrotið.

 

Spitfire er ein skjóttgangandi bátur, sum Sea Shepherd heintaði til Føroya til Operation Grindstop í 2014. Jessie Hope Treverton, kvinnan, sum varð dømd fríggjadagin, sigldi sjálv bátin til Føroya úr Aberdeen. Hon er nevndarlimur í Sea Shepherd í Bretlandi, sum eigur bátin. Tað var Sea Shepherd Frankaríki, sum hevði ábyrgd av átakinum á sjógvi í Føroyum í 2014 og leigaðu tey bátin frá systirfelagsskapinum í Bretlandi.

 

Robert Read, sum møtti í rættinum fyri Sea Shepherd Bretland, greiddi frá, at báturin varð keytur í 2014 til nýtslu í átaki í Skotlandi móti ólógligari skjóting av kópum. Skotar skjóta kóp fyri at verja villaksastovnin, men Sea Shepherd vil vera við, at felagsskapirnir skjóta meiri kóp enn teir hava loyvi til. Robert Read sigur, at átakið í Skotlandi varð framt í samstarvi við skotsku løgregluna.

 

Linda Hesselberg, ákæri, vísti á, at Sea Shepherd Bretland átti at havt ein illgruna um, at báturin fór at verða nýttur til ólógligar atgerðir í Føroyum, tí Sea Shepherd hevur eina langa søgu við at leggja seg út í føroyskt grindadráp. Hon vísti eisini á, at Jessie Hope Treverton tók lut í átøkunum í Føroyum og visti, at tey høvdu givið greið boð um, at um neyðugt løgdu tey seg millum knívin og hvalin.

 

Hon ivast ikki í, at um ikki hald var lagt á bátin, so hevði hann verið nýttur aftur til at leggja seg út í grindadráp seinni.

- Vit sóu jú eisini í fjør, at Sea Shepherd aftur nýtti ein skjóttgangandi bát til at órógva raksturin og sigldi oman yvir grindini, júst sum Jessie Treverton gjørdi í Nólsoyarfirði, segði hon í rættinum.

 

Hon vísti á, at longu áðrenn Spitfire kom til Føroya, vóru umboð frá Sea Shepherd skuldsett fyri at hava rikið grind ólógliga út úr Kalsoyarfirði.

 

Robert Read mutaði hinvegin ímóti, at Sea Shepherd Bretland einans hevði lænt bátin til ein annan felagsskap. Hann hevði tí ongan ræðisrátt yvir bátinum, tá hann var í Føroyum ella hvat báturin varð nýttur til. Hann sigur, at hann visti einki um, at Sea Shepherd gjørdi nakað ólógligt í Føroyum. Báturin skuldi einans nýtast til at taka myndir og videobrot fyri at skjalfesta og vísa fyri heiminum, hvat gongur fyri seg í Føroyum.

 

Báturin er mettur at hava eitt nývirði upp á góðar 650.000 krónur. Sea Shepherd keypti hann brúktan fyri smáar 230.000 krónur og hevur gjørt ábøtur fyri smáar 70.000 krónur upp á bátin. Nú er virðið á bátinum mett til um 300.000 krónur.

 

Robert Read harmaðist um, at felagsskapurin hevði verið bátin fyri uttan í yvir tvey ár nú. Tað hevði stórliga tarnað virkseminum hjá teimum í Onglandi, greiddi hann frá.

 

Dómarin kom at enda til ta niðurstøðu, at hóast sambandið millum Spitfirebátin, Jessie Treverton og Sea Shepherd Bretland var nóg tætt til at hald kundi leggjast á bátin fyri lógarbrotini, so metti dómarin ikki, at tað tænti rætta endamálinum.

 

Hann metti at Sea Shepherd Bretland kundi væntað, at báturin fór at verða nýttur í ólógligum atgerðum, meðan hann var í Føroyum.

 

Kortini helt hann ikki, at tað at ognartaka bátin fór at vera neyðugt fyri at forða, at báturin varð nýttur til slíkt aftur. Hann vísti á, at báturin varð keyptur til eitt heilt annað, at síggja til lógligt, endamál.

 

Tí skal Sea Shepherd Bretland hava bátin aftur.

 

Linda Hesselberg ákæri, gjørdi tó greitt, at løgreglan einans hevði skyldu til at føra bátin aftur hagar, hann varð tikin. So er tað upp til Sea Shepherd sjálvi, hvussu tey fáa Spitfire aftur til Onglands.