POLITIKKUR
Við verandi siðvenju um meirilutastjórn í Føroyum, skapast einki veruligt kjak í Føroyum. Hetta heldur forstjórin í Føroya Banka, Jørn Astrup Hansen. Javnaðarflokkurin bjóðaði honum at vera gestarøðari á landsfundi floksins, sum varð hildin um vikuskiftið í Havn.
Jørn Astrup Hansen hevði fingið frítt at tala um tað, hann hevði hug til á fundinum. Hann umrøddi sum væntað nógv Føroya Banka, sum hann tey seinastu tíggju árini hevur staðið á odda fyri ? frá kreppuárunum til nú.
Jørn Astrup tók eisini onnur evni upp, sum hann kanska ikki hevur verið kendur fyri at røða um.
Einki kjak
Forstjórin í Føroya Banka helt í talu sínari fyri javnaðarfólkum fyri, at vit í Føroym tørva eina minnilutastjórn. Hetta segði hann útfrá tí sjónarmiði, at politiska kjakið í Føroyum ? eftir hansara tykki ? ikki er til.
?Kjakið í Føroyum hevur so mikið trong kor, at tað als ikki er møguligt at reisa nakað kjak. Ein minnilutastjórn hevði gjørt kjakið munandi betri. Við verandi skipan er talan um eitt demokratiskt undirskot, sigur Jørn Astrup Hansen.
Tað er greiða fatanin hjá Jørn Astrup Hansen, at verandi skipan at stjórna landinum ikki er gagnlig fyri kjakið sum er.
Í Føroyum er siðvenja at skipa meiralutastjórnir, t.e. samgongur, sum eiga meirilutan í løgtinginum. Í øðrum londum er hetta oftast óvanligt, og talan er í nógvum førum um minnilutastjórnir. Hesar stjórnir verða so noyddar at leita sær til aðrar flokkar eftir stuðli í hvørjum einstøkum máli fyri at fáa hesi ígjøgnum.
Í løtuni skipa Venstre og Konservativ eina minnilutastjórn í Danmark. Teir nýta sum oftast Dansk Folkeparti sum stuðulsflokk ? eitt nú til fíggjarlógina. Á henda hátt við stuðulsflokkum er neyðugt við breiðum semjum um hvørt einstakt mál ella lógaruppskot.
Í Føroyum hava vit í tíðini við heimastýrinum altíð havt meirilutalandsstýri. Stýrisskipanin ásetur, at løgmaður skal hava ein meiriluta ímóti sær fyri at noyðast frá, og hetta sama er galdandi fyri lógaruppskot. Tískil kundi verandi samgonga hildið fram við sekstan tingmonnum. Hon kundi eisini hildið fram sum minnilutastjórn, men hetta krevur, at ein partur av andstøðuni ?góðtekur? hetta.
Vanligt er, tá tosað verður minnilutastjórnir, at spurt verður áðrenn, hvønn flokk tey vilja hava at leiða stjórnarsamráðingar, t.e drótningarundan í Danmark og tingformansumfarið í Føroyum.
Risiko
Jørn Astup Hansen nýtti eisini høvið til at tosa eitt sindur um støðuna hjá Føroya Banka.
?Tá árið í ár verður gjørt upp, hava at kalla goldið innskotið hjá landsstýrinum upp á 2,7 mia. aftur. Eg meti tað tó vera sera ivasamt, um Føroya Banki kann verða privatiseraður uttan nakað tap fyri landsstýrið, sigur Jørn Astrup Hansen.
Eg meti tað tó vera sera ivasamt, um Føroya Banki kann verða privatiseraður uttan nakað tap, sigur Jørn Astrup Hansen.
Hetta segði hann í sambandi við, at eitt sjónarmið í Føroyum hevur verið, at Føroya Banki ikki skal privatiserast/einkiljast ? seljast ? fyrr enn hann hevur vunnið allar pengarnir innaftur, sum í sínari tíð vóru brúktir til at bjarga bankakervinum í Føroyum við rentum og renturs rentum.
Forstjórin í Føroya Banka vísti somuleiðis á, at tað - eftir hansara tykki ? er týdningarmikið hjá føroyingum at lata fortíðina liggja í sambandi við bankan og heldur hyggja frameftir.
?Vit mugu eisini ansa eftir, at kjakið um leiklutin hjá bankanum ikki verður ov svart/hvítt, sigur Jørn Astrup Hansen.
Hann helt eisini fyri, at føroysku politikararnir vístu mót í kreppuárunum. Eisini kundi hann ikki siga nakað ringt um eigaran av bankanum ? Fíggingrunnin, sum landsstýrið eigur.
?Vit hava fingið arbeiðsrúm og hava einki at klaga um. Við verandi eigaviðurskiftum síggi eg tó, at tað er ein vandi fyri, at bankin upp á eitt tíðspunkt, tá vit minst rokna við tí, kann gerast politiseraður. Hesin vandin er vætnandi serliga stórur, um vit aftur renna okkum í kreppu ár í Føroyum, sigur Jørn Astrup Hansen.
Tað eru fyrimunir við at einkilja Føroya Banka, heldur Jørn Astrup. Hinvegin er einskiljing ikki nøkur ganda loysn uppá allar trupulleikararnar.
?Siga vit, at virðið á Føroya Banka er millum 1,5 og 2 milliardir, og tað bert kunnu vera føroyingar, sum hava møguleikan at keypa partabrøv, so kann tað lættliga enda við einum keyparamonopoli, og tað er íkki nøkur góð støða fyri Fíggingargrunni og fyri landsstýrið sum seljara, sigur Jørn Astrup Hansen.
Svimja í pengum
Ikki óvæntað nevndi gestarøðarin eisini Elektron. Málið um nýggja GjaldSkipanina hjá Elektron hevur veruliga tikið dik á seg í fjølmiðlunum seinastu tíðina, og eigararnir av Elektron eru ørkymlaðir um støðuna.
?Tá bankarnir skuldu leggjast saman í 1994 vórðu vit noyddir at velja ímillum tvær dátaskipanir. Vit vórðu í 1995 noyddir at velja Elektron ? uttan at verða spurdir. Nú hendir júst tað sama: Vit verða ikki spurdir eftir. Tað er ikki lætt fyri okkum at skilja, sigur Jørn Astrup Hansen.
Áður hevur Jørn Astrup eisini úttalað alment, at ein greiður vandi er fyri, at føroyski búskapurin er á veg at gerast ovurupphitaður.
Í røðu sínari fyri javnaðarfólkum vísti hann eisini á, at vandi er enn á ferð í Føroyum.
?Samfelagið hevur ovurstórt gjaldføri, og rentan er í botni. Í dag er tað væntandi ov lætt,heldur enn ov trupult, at lána pengar, sígur altso Jørn Astrup Hansen.