Mugu ikki gloyma AIDS

Hesa vikuna heldur ST eina AIDS-ráðstevnu í eysturríkska høvuðsstaðnum Wien.

Í einari sjónbandsrøðu í sambandi við setanina í gjár segði Ban Ki-moon, ST- aðalskrivari, at ST er fegið um tey framstig, sum eru gjørd í stríðnum ímóti sjúkuni.

Hann segði, at hóast framstigini er tað framvegis neyðugt at raðfesta stríðið ímóti AIDS frammarlaga, so steðgur ikki kemur í.

-Tí mugu vit ikki gloyma stríðið ímóti AIDS, segði Ban Ki-moon.

Tann heimsumfatandi fíggjarkreppan hevur gjørt, at fleiri lond brúka minni pengar ímóti AIDS nú enn fyrr. Minkingin er kortini ikki stór. Eitt nú brúktu G8-londini og hini ríku londini 7,6 milliardir dollarar ímóti AIDS í fjør ímóti 7,7 milliardum í 2008.

Umleið 20.000 vísindafólk, politikarar og umboð fyri áhugafelagsskapir fara ætlandi at taka lut á AIDS-ráðstevnuni, sum varir alla vikuna.