Mugu royna at sleppa undan fleiri verkføllum

?Àvaringarnar eru nú so kraftigar, at vit kunnu ikki sita hendur í favn, heldur formaðurin í Havnar Arbeiðsmannafelag

Lønarsteðgur og skattalætti

?Fáa vit ikki eina avtalu um lønirnar, er vandi fyri ruðuleika á arbeiðsmarknaðinum.
Tað stúrir Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag, fyri.
Hóast nógvar ákoyringar, stendur hann fast um uppskotið um at fáa eina avtalu við landsstýrið um skattalætta og afturfyri skulu fakfeløgini ikki krevja hægri løn.
Hann heldur snøgt sagt, at tað er neyðugt at fáa eina slíka avtalu.
? Gongdin í samfelagnum er nú tann, at verða óvanlig stig ikki tikin, er vandi fyri at alt samfelagið endar aftur í kreppu og so fella allar keylurnar.
Hans Joensen sigur, at arbeiðarafeløgini kunnu ikki standa modell til, at gjógvin ímillum tey tímaløntu og hini í samfelagnum bara veksur og veksur og tí má okkurt gerast.
? Orsøkin til tað drúgva verkfallið í fjør, var júst tann, at vit góðtóku ikki, at munurin ímillum tey tímaløntu og tey fastløntu alsamt vaks.
? Men longu nú eru aftur sáttmálar gjørdur, sum førir við sær, at tey tey tímaløntu aftur eru dragna afturút.
Hans Joensen sigur, at tað, hann sipar til, er, at sáttmálar eru gjørdir við fakfeløg á almenna arbeiðsmarknaðinum, sum hava viðbøtur við sær, sum tað ikki kundi koma upp á tal at geva arbeiðarafeløgunum.
?So hóast vit ikki longu skulu nú skulu siga, hvat fer at henda í næstu samráðingunum í 2005, mugu vit kortini staðfesta, at vandi er fyri, at gongdin á almenna arbeiðsmarknaðinum fer aftur at føra til stór krøv frá arbeiðarafeløgunum undir næstu samráðingum, bara fyri at halda tørn, so at vit ikki dragna enn meiri afturút.
? Skulu vit so aftur í eitt drúgvt verkfall og hvat endar hetta við, spyr hann.
? Orsøkin til, verkfallið í fjør var ikki annað enn tað, at vit kravdu bara tað sama, sum tey alment løntu fingu og tað kann aftur føra til trupulleikar undir næstu samráðingum uttan at eg við hesum kann siga, hvussu støðan verður í næstu samráðingum. Men vandin er í hvussu so er til staðar.

Skulu hava fulla trygd
Samstundis hevur vinnan fingið tann trupulleika, at hon er við at missa kappingarførið.
? Ávaringarnar um verri tíðir fyri framman, eru greiðar og kraftigar og klárar fiskivinnan ikki at hóra undan, er tað, ein støða, sum vit mugu viðgera hesum sambandi haldi, at loyns kundi verið at tikið upp trýpartasamráðingar ímillum fakfeløgini, arbeiðsgevararnar og landsstýrið um lønarspurningin.
? Endamálið við teimum samráðingunum skuldi verið, at fakfeløgini halda aftur við lønarkrøvunum, ella seta lønarsteðg í verk.
? Men so mugu vit afturfyri fáa fulla trygd frá landsstýrinum fyri, at skattir og avgjøld lækka, so at vit framvegis kom at hava meiri eftir í lønarposanum og keypiorkan veksur.
?Tað kann gerast við beinleiðis skattalækkingum, við at lækka mvg, við at lækka oljuavgjaldið, fyri at taka nøkur dømi.

Neyðugt við príssteðgi
Samstundis leggur Hans Joensen dent á, at tað verður neyðugt at seta príssteðg í verk, eins og vit skulu hava eitt munagott príseftirlit.
Hans Joensen leggur dent á, at tað verður ongin avtala, fáa fakfeløgini ikki 100 % trygd fyri, at landsstýrið eisini heldur sín part av avtaluni.
?Fáa vit ikki trygd fyri tí, verður heldur ongin avtala. So lata vit bara standa til og so fer samfelagið fyri bakka einaferð afturat, akkurát sum í nítiárunum.
?Men so vita vit eisini, hvørjum, vit skulu geva skyldina, sigur formaðurin í Havnar Arbeiðsmannafelag.
Hann sigur, at ein orsøk til at onki er hent á hesum øki fyrr, at fakfeløgini hava ikki havt álit á politikarunum og at arbeiðsgevarar og fakfelag ikki havahavt álit á hvørjum øðrum.
?Men hetta er eisini nakað, vit mugu koma burturúr. Skal ongin hava álit á nøkrum, verður eisini ruðuleiki. Vit eru heilt einfalt noydd til at fáa álit á hvørjum øðrum aftur, sigur Hans Joensen.
? Eg eri skuldsettur fyri, at uppskotið um lønarsteðg og skattalætta, er illa umhugsað. Men eg haldi, at júst hetta er rætta tíðin at fara undir at viðgera spurningin, tí nú hava vit næstan hálvtannað ár at viðgera málið í, til næstu samráðinngar vera.
? Hetta er ein spurningur, sum krevur ógvuliga drúgva viðgerð og tí er tað ongantíð ov tíðliga at taka hann upp so vit fáa góðar stundir at viðgera hann, leggur formaðurin í Havnar Arbeiðsmannafelag afturat.
Hann sigur, at kann hetta vera við til at bjarga arbeiðsplássum, bjarga vinnuni og sostatt eisini bjarga samfelagnum, er tað avgjørt vert at viðgera.