Grækarismessurøða
”Góðu fundarfólk, góðu skótar,So hoyra vit aftur klippini frá tjøldrunum ljóma í haganum – hesin kærkomni boðberin, ið boðar frá vári og ljósari tíðum. Kanska eru ljósari tíðir fyri framman í Føroyum ikki bara í náttúruni, men á øðrum økjum eisini – bæði mentanarliga, búskaparliga og tøkniliga.
Menningin gongur skjótt í heiminum í dag, og vit merkja tað eisini her. Men um vit framvegis ætla okkum at vera við og halda støðið á hædd við tað í grannalondunum, hava vit brúk fyri bestu arbeiðsmegini, sum er tøk. Vit hava brúk fyri peningaíleggjarum. Og vit hava brúk fyri at selja fleiri av okkara vørum uttanlands. Kappingin við onnur er hørð. Tí er so nógv tos um at branda Føroyar í løtuni. Men hvussu kóka vit Føroyar niður til ein stuttan og greiðan boðskap, sum fangar kjarnuna í, hvat hetta landið er fyri nakað? Kanska gera vit tað best við at hyggja eftir tí heilt grundarleggjandi – tvs. skera alt annað frá og bara fokusera uppá ta sansaligu upplivingina, tað er, at vera her: Hvussu følist tað? Hvussu følist Føroyar?
Góðar spísskompetansur
Gløgt er gestsins eygað, siga tey. Eitt tað fyrsta, eg havi lagt til merkis, at vitjandi leggja til merkis, tá tey koma til Føroya, er, hvussu nærverandi vatnið er allastaðni í og kring Føroyar – hvussu dramatiskt, tað spælir sær í føroysku náttúruni, og hvussu gandakent tað ger føroyska landslagið.
Føroyar eru eitt lítið oyggjaland mitt úti í einum stórum veraldarhavi. Sum ein andsøgn reisa hesi høgu brøttu fjøllini seg upp úr havinum – ja, at kalla sum eitt harðmælt mótmæli, har oyggjarnar berjast fyri rættinum til at vera til, til síðsta sandskornið verður skolað út í óendaliga havið. Og bardagin millum land og hav er dramatiskur her í ótemjandi Norðuratlantshavinum, har brim og slavtungar ódnir við jøvnum millumbilum herja á kørgu klettarnar. Tað tykist sum eitt undur, at menniskju og djór hava hórað undan, at tey støðast og hava skapt eitt burðardygt samfelag her. Men neyð lærir nakna kvinnu at spinna. Lívsvilkorini her hava ígjøgnum 1000 ár ment okkara hugflog og førleikar á økjum, sum hava við hav og oyggjalív at gera, so vit eiga kanska millum heimsins bestu ekspertisu, tá tað t.d. kemur til bátabyggjarí, sigling og fiskarí og hagreiðing av fiski, umframt seyðahald, ullavirking, grindadráp og fygling. Slíkar góðar spísskompetansur kunnu vit brúka enn og byggja víðari á...
Føroyar liggja væl fyri
Havið er náðileyst, men eisini álit føroyinga, tí havið kring Føroyar er ríkt og hevur altíð verið bindingarliðið millum Føroyar og útheimin. Tú kanst síggja tað sum eina forðing, men tað gevur eisini markleysar møguleikar. Føroyar liggja í so máta ómetaliga væl fyri mitt í siglingarrennuni millum tveir teir ríkastu heimspartarnar í verðini.
Vit kunnu ikki renna frá tí. Okkara geografiska plasering mitt úti í havinum ger, at Føroyar eru millum vátastu lond í heiminum. Men júst vatnið, sum vit hava í so ríkiligum mongdum í Føroyum, at føroyingar sjálvir eru leiddir og keddir av tí, kann kanska vísa seg at vera eitt tað størsta virðið, vit hava. Tí tað er uttan iva her – í ráligu náttúruni við vatninum og klettinum í ævigum hornatøkum – at fascinatiónskraftin hjá okkum liggur allarmest – í øllum førum fyri tey, ið liva í turrari londum. Fyri tey kunnu vit gerast eitt ævintýrland – The Magical Misty Fairy Islands – har menniskjuni hava leitað saman í dølum og lagdum niðri við sjóvarmálan í íheimligum, litríkum, heitum húsum, ið veita lív og vernd móti náttúruni, sum leikar í uttanfyri. Tey trívast her, tí tey vita, at líka so vill og rá náttúran kann vera, líka so mild og blíð er hon, tá vindurin leggur seg og sólin titar fram.
Stórfingin føroysk náttúra
Vatnið er allastaðni kring og ímillum oyggjarnar – ongastaðni meira enn 5 km. burtur. Tað ber næstan ikki til at finna ein blett í hesum landi, har tú ikki onkusvegna hevur útsýni til vatn. Vatnið er í vøtnum, tjørnum, í víkum, vágum, sundum og firðum, har tað ekur aftur og fram í hørðum, ofta lívshættisligum streymi um tangar og sker, tá flóð og fjøra kappast við hvørt annað. Havaldan og brimbrotið hava gjøgnum milliónir av árum etið seg inn og máað burturav landinum og skapt veldig forberg – av teimum allarhægstu í heiminum – og stórfingin helli, stór sum dómkirkjur við fantastiskum akustikki, har til ber at uppliva ótrúligar konsertir. Vatnið hevur eisini skapt vakrar strendur við malagróti – sum er sera sjáldsamt at síggja aðrastaðni. Vatnið er so kraftamikið, at tað sum einki flytir stórar klettar – sum t.d. Rinkusteinarnar í Oyndafirði, sum eru eitt eindømi í øllum heiminum.
Vatnið veldir fram úr tutlandi keldum, sker seg gjøgnum landslagið, klívur hamrarnar, har tað rennur oman eftir fjallasíðunum í áum, løkum og fossum og ofta eisini stendur steyrrætt upp í luftina í bardaga við vindin. Vatnið er allastaðni í ráligu luftini – sum alskyns littar skýggjaformatiónir, ið fara fúkandi eftir luftini og skapa flákrandi skuggar eftir grønu fjallasíðunum. Tú følir vatnið sum frísklig, rein luft í lungunum, tá tú andar. Tú merkir tað sum regn, ið pískar teg í andlitið. Sum sirm, ið sníkir seg innum klæðini hjá tær, so tú verður á kroppi eftir lítlari løtu. Ella sum mjørki, sum hylir alt, so tú einki sært og kanst blíva burtur og villast í tí.
Vatnið myndar føroysku sálina
Tú kanst sigla í vatninum millum oyggjarnar. Tú kanst fiska í tí í áum og vøtnum og á sjónum – á seiðabergi ella frá bátum, og fáa fisk, sum er ein tann allarbesti og mest heilsugóði fiskurin í heiminum, m.a. tí vatnið kring Føroyar er so reint. Heitir streymar sunnanífrá Mexicoflógvanum og kaldir streymar úr Norðurhavinum møtast júst her og skapa eitt yðjandi lív í havinum kring oyggjarnar – bæði plantu- og djóralív, sum tú kanst kava niður í vatnið fyri at síggja og uppliva.
Vatnið er eisini ein orkukelda – føroyingar fáa heili 45 procent av orkun frá vatnorkuverkum, har veldugar turbinur senda streym út í føroyska elnetið. Og tú kanst drekka vatnið – tað er reint og smakkar frískligt og runt í mun til ofta harða vatnið á Evropeiska meginlandinum. Tað er kanska loyndarmálið aftanfyri, at føroyska ølið vinnur heiður ferð eftir ferð á útlendskum ølsmakkikappingum.
Føroyingurin beinleiðis mistrívist, tá hann ella hon ikki sær ella hevur atgongd til vatn. Vatnið er ein náttúrukraft, sum myndar føroysku sálina, tí tað myndar landslagið, vit liva í, og elvir til avbera skiftandi veðurlagið í Føroyum. Eina løtu er blikalogn og næstu løtuna er kolandi stormur. Vatnið er – samstundis sum tað er vakurt og lívgevandi – eisini svikaligt og lívshættisligt. Allir føroyingar kenna fólk, sum eru farin á sjónum ella eru druknað. Vatnið ræður fyri lívi okkara á klettunum. Tá stormarnir herja, má alt annað liggja stilt. Vit kunnu einki annað enn at geva okkum yvir og liva við hesum náttúrukreftum.
Mugu vekja meir enn bara áhuga
Fyri tey, sum ikki eru von við at liva so tætt uppat sterkum náttúrukreftunum er møti við máttmiklu, stórbæru, vátu og ráu náttúruna í Føroyum eitt serstakliga intenst upplivilsi. Tú følir teg mikroskopiskt lítlan og prísgivnan elementunum millum hábærsligu fjøllini í Føroyum. Her merkir tú knappliga tín kropp á ein heilt annan hátt, enn tá tú ert inni á Evropeiska meginlandinum, har tú livir ein vardan dagligdag, stýrdur av klokkuni og fyltur á tremur av kunstigum stimuli. Og hetta kunnu vit brúka til okkara fyrimuns.
Vit hava sjálvandi eisini annað at bjóða enn bara vatn: Søgur og mentan okkara, kvæðini, stevnurnar og festivalarnir, Eivør og Teitur o.a. Vit hava so nógv áhugavert. Men um vit skulu vekja meir enn bara áhuga, mugu vit branda okkum uppá okkurt heilt serligt, tú ikki kanst uppliva nakra aðrastaðni. Tí tá fyrsti áhugin er vaktur fyri Føroyum, so smittar hann og breiðir seg sum ringar í vatninum til at umfata alt annað, sum er her, eisini – og tástani megna vit at draga fólk henda veg” segði Elin Heinesen m.a. í Grækarismessurøðu síni í Havn sunnudagin. Lesið eisini forkunnuga uppskot hennara um at brúka Sornfellið og kuplarnar har til upplivingar á síðu 4.