Arbeiðspláss
? Vit skilja púra onki av øllum,
Eisini Ingeborg Vinther, forkvinna í landsins størsta fakfelag, er ørkymlað av, at føroyingar nú hava stovnað flakavirki í Lettlandi, har ætlanin eisini er at virka føroyskan fisk.
?Politikarar hava í mong ár tosað um at skapa fleiri arbeiðspláss í Føroyum.Teir hava eisini tosað um at so nógvur fiskur sum gjørligt undan Føroyum skal fáast til virkingar í á føroyskum virkjum og so lítið sum møguligt, skal óvirkað av landinum.
? Men tað hendir bara onki, staðfestir hon.
Hon sigur, at fiskurin undir Føroyum er fólksins ogn, sum tað stendur í grein tvey í lógini um vinnuligan fiskiskap.
-? Tað kann ikki vera meiningin, at fólksins ogn skal flytast á flakavirki uttanlands at verða virkað, samstundis sum føroysk arbeiðsmegi gongur fyri einki.
Ingeborg Vinther sigur, at á hesum førum eru Føroyar ikki at meta øðrvísi enn eina bananrepublikk, sum ikki megnar at gagnnýta sína egnu rávøru og tí verður hon flutt av landinum til onnur at virka.
Hon kann skilja, at slíkt hendur í londum, sum ikki hava umstøður og førleika til at hava eina vinnu.
? Men tað átti ikki at verið neyðugt í Føroyum tí her hava vit ovmikið av vælskikkaðari arbeiðsmegi, ovmikið av virkisbygningum og ovmikið av útgerð til taks. Kortini megna vit ikki at virka okkara egnu rávøru og tað skilji eg ikki.
? Tað átti ikki at komið upp á tal at útflutt óvirkaðan fisk, fyrrenn tað var nóg mikið av arbeiði á føroysku
Hon vísir eisini á, at tá ið bátar avreiða uttanlands, er sera torført at fylgja við, hvat teir fiska, hvussu nógvur smáfiskur er uppií lastini o.s.fr.
Politikarar uppí
Ingeborg Vinther sigur, eins og Hans Joensen, formaður Havnar Arbeiðsmannafelags, segði í Sosialinum í gjár, at nú fara fakfeløgini at umrøða støðuna.
Men hon ivast ikki í, at nú er neyðugt, at politikararnir koma uppí og seta ein stoppara fyri, at føroyskur fiskur verður fluttur óvirkaður av landinum.
? Hetta er ein skeiv gongd, sum politikararnir mugu taka í álvara.
Hon sigur, at nú hava fakfeløgini gjørt sítt.
? Vit hava givið allari vinnuni eitt andarhol, so at hon skal fáa møguleikan at fóta sær aftur, so at vit kunnu varðveita arbeiðsplássini í landinum. Tað hava vit gjørt við at góðtaka, at vit onga lønarhækking skulu fáa tey bæði næstu árini. Men hetta var so tað, vit fingu afturfyri, at vinnulívsmenn flyta arbeiðið av landinum.
Ingeborg Vinther sigur tí, at nú mugu politikararnir eisini gera sítt fyri at varðveita arbeiðsplássini.
Forkvinnan í Føroya Arbeiðarafelag sigur, at tað er bara ein umbering, at kostnaðarstøðið í Føroyum er so høgt, tí tímalønirnar eru væl hægri í grannalondum okkara.
Hon ásannar, at tað er vanlig gongd í øðrum londum, at arbeiðspláss verða flutt í onnur lond.
? Men har koma so onnur størv ístaðin, men tað er ikki galdandi í Føroyum, sigur Ingeborg Vinther.