Í viðmerkingunum til uppskotið um loyvi at bryggja sterkt í Føroyum, verður nomið við brygging sum vinnu, og víst verður á, at tað nú bert er eitt bryggjarí eftir í Føroyum.
»Við undantaki av einstøkum londum, sum hava fullkomið bann fyri rúsdrekkaframleiðslu og -sølu, er loyvt í allar flestu londum kring heimin at bryggja øl, vín og brennivín. Forboðið at fara uppum 5,8% er serføroyskt, og sera ilt er at skilja hvørjum endamáli markið tænir«, verður sagt í viðmerkingunum.
Einar Waag, stjóri á Føroya Bjór, leingist eftir tí degi, tá markið á 5,8% verður tikið av.
- Heilt frá tí at Ivan Johannesen var vinnumálaráðharri, hava vit søkt um loyvi at bryggja sterkt øl í Føroyum, og allir vinnumálaráðharrarnir síðani hava fingið somu umsókn, sigur Einar Waag.
Men enn er so einki hent á økinum. Antin hevur ikki verið meiriluti fyri at fáa eitt uppskot um strikan av 5,8% markinum, ella hava ráðharrarnir snøgt sagt ikki tíma ella vilja gjørt nakað við málið.
- Vit hava ikki rættiliga trú upp á, at tað fór at lata seg gera at fáa markið í Føroyum avtikið, og tí hevur tað mest verið við útflutningi fyri eyga, at vit hava søkt um loyvi at bryggja sterkt øl í Føroyum, sigur Einar Waag.
Øl partur av gourmetvinnu
Uppskotsstillarirnir sanna eisini, at øl meiri og meiri vinnur fram sum partur av einari gourmetvinnu.
»Øl er seinastu árini komið nógv í fokus sum týðandi partur av einari matvinnu, sum byggir á dygdargóðar rávørur. Hetta er ein vaksandi vinna í londunum kring okkum, og øl verður nógv nýtt afturvið einum góðum bita á matstovunum«, verður sagt í viðmerkingunum.
Og hildið verður fram:
»Øl til kræsnar gómar er ein nissjuvinna, har vit kunnu gera okkum galdandi. Eisini er lítil ivi um, at fyri ferðavinnuna kundi føroysk framleiðsla av spesialøli verið við til at givið ferðafólki eina serstaka uppliving. Sum sendingin “ølfjeppararnir” eisini vísti, er áhugin fyri spesialøli stórur og vaksandi, og er nógv av serframleiddum er sterkari enn 5,8%«.
Sagt verður eisini, at bannið av sterkari øli er eitt haft um beinið hjá bryggjarívinnuni.
»Í Føroyum er ber eitt bryggjarí eftir í landinum. Eingin ivi eru um, at galdandi rúsdrekkalóg stikar hesa fyritøku inni, og skerjir hennara møguleikar at vaksa - bæði á heimamarknaðinum og á útlendskum marknaðum. Lógin forðar heilt einfalt fyri, at bryggjarí kunnu vera ein nissjuvinna og ein útflutningsvinna«, verður sagt í viðmerkingunum.
Selja sjálvi
Einar Waag, stjóri á Føroya Bjór, dylur ikki fyri, at tað reint handverksliga er ein stór og spennandi avbjóðing at sleppa at bryggja sterkt øl í Føroyum. Men tað er fyri Føroya Bjór heilt avgerandi, at teir sleppa at selja ølið úr teirra goymslum kring landið.
- Sum uppskotið hjá Tjóðveldi fyri einum ári síðani ljóðaði, skuldi alt tað sterka ølið seljast í deildunum hjá Rúsuni kring landið. Men verður tað úrslitið, hava vit ongan áhuga í at sleppa at bryggja sterkt, tí tá dettur okkara øl burtur ímillum í stóra floyminum av útlendskum øli, sum heilt víst fer at verða innflutt, sigur Einar Waag.
Hann heldur, at tað er ilt at skilja, at ein sterk øl seld av einari av goymslunum hjá Føroya Bjór skal eggja til størri misnýtslu, enn um sama øl verður keypt í Rúsuni.
- Vit hava tilsamans fimm goymslur runt landið, og í summum førum eru tær í sama bygningi, sum Rúsan, so tað er ilt at skilja argumentatiónina fyri størri útbreiðslu, um vit sleppa at selja okkara egna øl, sigur Einar Waag.
Hann heldur eisini, at tað er undarligt ikki at sleppa at bryggja sterkt øl til útflutnings heldur.
- Í Íslandi høvdu teir forboð móti sterkum øli í tilsamans 75 ár, men kortini kundu bryggjaríini bryggja sterkt øl til útflutnings øll árini, sigur Einar Waag.
Fyribils er so bert at bíða eftir, hvørja lagnu nýggja uppskotið hjá Tjóðveldi og Kára á Rógvi fær í Tinginum.