Mugu sleppa undan seinni broytingum

-Tað er sera týdningarmikið, at slík lóggáva av fyrstan tíð verður gjørd á skynsaman hátt og so nágreiniliga, at tað slepst undan at gera alt ov nógvar broytingar seinni, tí tað sáar misálit og mistreysti hjá oljufeløgunum

Kunning

Undir viðgerðini vísti javnaðartingmaðurin Hans Pauli Strøm á nýggju mannagongdina, sum brúkt hevur verið í seinastuni við at halda kunnandi fundir um aktuell mál og sipar her m.a. til málið um nýggja Sandoyarferju og nýtt Vaktarskip. Hann helt tað verða kanska tvífalt ella tíggjufalt meira neyðugt at hava ein kunnandi fund um hesa týdningarmiklu lóggávu og annars oljumálið sum heild. -Sjálvt um tað hevur verið kunnandi fundur áður, so snúði hann seg tá serstakliga um kolvetnisvirksemislógina. Tann fundurin var í 1997 og tá sat eitt annað ting enn nú. Og sum nýggjur tingmaður kenni eg meg nokkso hjálparsleysan yvirfyri teknisku smálutunum og teimum rættiliga drúgvu viðmerkingunum. So tað hevði verið meira neyðugt kunnnandi fund í hesum førinum segði tingmaðurin.

Vilhelm Johannesen, framsøgumaður fyri javnaðarflokkin tók undir við partamanni sínum Hans Paula Strøm um, at tað hevði verið skilagott við kunnandi fundi um kolvetnisskattalógina eisini.

Hann metti eins og Bjarni Djurholm eisini, at hóast uppskotið var væl úr hondum greitt, so var tað í so tekniskt at fáa skil á. Tað er stórur munur á at skula viðgera slíkar skattareglur sammett við broytingar í vanligu skattareglunum fyri lands- og kommunuskatt.

-Tá eg havi lisið lógaruppskotið og viðmerkingarnar komi eg eftir, at her er talan um nógvar skattatekniskar smálutir, ið hava beinleiðis atlit til kolvetnisvinnuna, sum vit av góðum grundum ongan kunnleika hava til annað enn tað vit hava hoyrt og lisið um hesa vinnu í øðrum londum.

Vilhelm Johannesen segði, at javnaðarflokkurin tekur undir við uppskotinum, men mælti til, at Fíggjarnevndin ráðførir seg við serkunnleika á bæði skatta- og kolvetnisøkinum.

Hann visti ikki, hvørja lagnu málið fór at fáa í Fíggjarnevnd og til 2. og 3. viðgerð, men flokkurin tekur undir við tí, sum stendur í almennu viðmerkingunum um, at endamálið við eini kolvetnislóg má vera at skapa grundarlag undir eini skynsamari skatting av inntøku frá leiting og framleiðslu frá tí føroyska økinum.


Sleppið undan broytingum

-Javnaðarflokkurin heldur tað vera sera týdningarmikið, at slík lóggáva av fyrstan tíð verður gjørd á skynsaman hátt og so nágreiniliga, at tað slepst undan at gera alt ov nógvar broytingar bæði í tíð og ótíð.

-Tað at gera broytingar í slíkari lóg kann bara sáa mistreyti og skapa misálit hjá teimum útlendsku fyritøkunum, sum ætla sær at luttaka í eini møguligari føroyskari kolvetnisvinnu. Lóggávan skal helst galda nøkur ár fram í tíðina uttan stórvegis broytingar.

-Tí kann eg longu nú geva tilsøgn um, at javnaðarflokkurin fer at geva málinum eina góða og positiva viðgerð í Fíggjarnevndini og gera sítt til, at lógin fer at fáa breiða undirtøku.

Vilhelm Johannesen fegnaðist um viðmerkingarnar í lógaruppskotinum, har tað verður sagt, at undirgrundin er okkara og vísti á, at hetta hevur alla tíðina verið javnaðarfloksins politikkur. Men hann legði dent á, at eisini komandi ættarlið av føroyingum eru medognarar og tí eiga at fáa burtur av tí, sum ein møgulig kolvetnisvinna fer at geva av sær.

-Vit hava fingið landið til láns frá okkara eftirkomarum, og tað fevnir eisini um ríkidømið í havinum og í undirgrundini.

Vilhelm Johannesen helt eisini vandamál kunnu vera fyri framman, tá talan er um eina kolvetnisvinnu. -Stórur vandi er fyri, um vit ikki eru varin, at vit kunnu glíða í hesi oljuni. Tað eiga vit ikki at vera blind fyri. Binda vit ikki um heilan fingur nú, er vandi fyri, at vit detta í oljudýkið. Tí eigur oljupeningurin í stóran mun at vera bundin uttanlands við tí fyri eygað at tryggja komandi ættarliðum eina góða men samtíðis náttúrliga tilveru í Føroyum.

Verður hetta ikki gjørt er vandi fyri, at javnvágin í føroyska samfelagnum verður órógvað til óbótaligan skaða fyri bæði okkum og okkara eftirkomarar.

Vilhelm Johannesen helt fyri, at vit skjótast gjørligt eisini eiga at fara undir lógarsmíð, har m.a. verður ásett hvussu stórur partur av oljuinntøkunum eigur at verða bundin uttanlands, hvørji endamál hesin peningur skal verða brúktur til, nær hann skal verða tikin heimaftur osfr.

-Í hesum arbeiði eiga vit at hava okkum fyri eygað, hvussu politiski myndugleikin í Noregi legði oljuvinnuna til rættis og í hvønn mun og til hvørji endamál teir hava bundið partar av oljuinntøkunum uttanlands.