Mugu upplýsa betri

Lisbeth L. Petersen, fólkatingslimur, harmast um innslagiÝ í TV2, men hon ásannar, at upplýsandi arbeiÝi frá føroyskari síÝu ikki hevur veriÝ nóg gott.

FólkatingsumboÝiÝ fyri Sambandsflokkin, Lisbeth L. Petersen, heldur ikki, eins og onnur, at innslagiÝ hjá TV2 um hýrurnar hjá føroyskum fiskimonnum var serliga hóskandi.
- Eg haldi, at hatta líkist ongum, sigur Lisbeth L. Petersen.
UmboÝiÝ fyri Sambandsflokkin á Fólkatingi er eisini partur av fólkatingsbólkinum hjá Venstre, sum er annar av stjórnarflokkunum. FormaÝurin í fíggjarnevndini hjá Fólkatinginum, Christian Thulesen Dahl úr Dansk Folkeparti, sigur viÝ TV2, at neyÝugt er at seta blokkstuÝulin á ovasta á politisku dagsskránna, tá føroyskir fiskimenn ríka seg upp á henda hátt.
Lisbeth L. Petersen heldur, at orÝini frá formanninum í fíggjarnevndini eru eitt gott dømi um, at bakgrundsvitanin ikki er nóg góÝ hjá donskum politikarum.
- Hatta er eitt tekin um, at danskir politikarar vita ov lítiÝ um føroysk viÝurskifti. Vit eiga sjálvandi ein part av skuldini fyri at ikki at hava kunna danir nóg væl, sigur Lisbeth L. Petersen.
Hon heldur, at bólturin fyrst og fremst liggur hjá landsstýrinum, men hon ætlar sær eisini at gera sítt. Men taÝ verÝur trupult hjá Lisbeth at gera nakaÝ her og nú orsakaÝ av summarfrítíÝini hjá fólkatinginum.
- Men hatta, sum Christian Thulesen Dahl sigur, er í øllum førum ikki hugburÝurin hjá Venstre og Anders Fogh Rasmussen, forsætisráÝharra, sigur Lisbeth L. Petersen.

BreiÝur meiriluti
Lisbeth L. Petersen ber kortini ongan ótta fyri, at blokkstuÝulin verÝur fullkomiliga endavendur á Fólkatingi.
- TaÝ er ein breiÝur meiriluti aftan fyri verandi skipan, og eg beri ikki nakran ótta fyri, at vit ikki í sátt og semju kunnu halda fram viÝ verandi ásetingum ? eftir samráÝingum millum føroyingar og danir, sigur Lisbeth L. Petersen.
Men føroyskir politikarar fáa ein gyltan møguleika at kunna Christian Thulesen Dahl, tá hann saman viÝ øÝrum limum í fíggjarnevndini hjá Fólkatinginum vitjar í Føroyum um miÝjan august.