Mugu vera eyðmjúkir

Mikkjal Thomassen var sjálvandi ikki nøgdur, eftir at hann fyri fyrstu ferð sum B36 venjari hevði verið eygnavitni til, at liðið hjá honum hevði tapt ein landskappingardyst.

Men hjá venjaranum kendist tað ikki sum um, at fótbóltsheimurin var farin um koll orsaka av tapinum:

- Vit eru ovurfegnir um stigini, sum vit hava vunnið. Felagið hevur valt at byggja upp á ungar spælarar, og tað stuðli eg leiðsluni í. Vit hava mist fleiri landsliðsspælarar, og í staðin hava vit fingið ungar spælarar á liðið. Tað fer ivaleyst at síggjast aftur í misjøvnum avrikum, og tað mugu vit læra av. B36 hevur áður havt trupulleikar í Sørvági, og nú mugu vit vísa eyðmýkt fyri næstu uppgávuni. Eisini hon verður ivaleysa stór, tí nú skulu vit spæla ímóti HB!