Mugu vera realistiskir

Amerada Hess fer nú at viðgera tað nógva tilfarið teir hava fingið frá boringini við markið. Hetta arbeiði verður liðugt einaferð næsta ár og fer felagið neyvan at bora í føroyskum øki fyrr enn í 2004 ella seinni.

Oljuleiting


Fríggjadagin kunngjørdi amerikanska oljufelagið Amerada Hess tíðindaskriv, har tað sera stuttorðað greiðir frá úrslitinum av seinastu boringini í bretskum øki skamt frá markinum. Borað var niður á 4275 metrar. Í brunninum vóru kolvetni men ikki í nóg stórum nøgdum til at kunna rættvísgera eina royndarframleiðslu, testing. Nú verður farið at evaluera úrslitið og verður tað eisini tengt at teimum seinastu 3D kanningunum, sum eru gjørdar á hesum økinum og tí økinum, har fund varð gjørt á landgrunninum í fjør. Sagt verður eisini, at avgerð um at fara undir aftur at bora metingar- og avmarkingarboring í sambandi við umrøddu tveir brunnarnar verður grundað á úrslitini av víðari viðgerðini og metingunum av tilfarinum, sum verður gjørt liðugt í 2003.

Feløgini, sum eru við í boringini, eru Amerada Hess (42,57%), BG (23,60%), Premier Oil (16,0%), Dong (16,83) og Atlants Kolvetni (1%, kann økjast til 2,5%).

Ben Arabo, stjóri í Amerada Hess í Føroyum sigur, at tey fara nú at analysera tilfarið frá boringini saman við tí nýggja 3D seismikkinum, sum júst er gjørdur. Tað fer man at gera til einaferð í næsta ár. Og so tekur man tað harfrá. Uppá fyrispurning um hann ikki er vónsvikin av úrslitinum sigur Ben Arabo, at oljuleiting er ikki løtuverk. Tað er nakað, sum tekur ár. ?Okkara uppgáva er hvørki at vera optimistiskir ella pessimistiskir. Okkara uppgáva er at vera realistiskir. Hann vísir á, at tað eru dømi bretsku megin markið um successøgur td. feltini sum vórðu funnin fyrst í 90-unum og sum fóru undir framleiðslu seinast í 90-unum, Foinaven og Schiehallion. Tað eru eisini dømi um felt, sum eru funnin um somu tí, ð men sum ikki eru útviklað enn, antin tí tey eru ov smá ella ov ring. T.d. Solan og Strathmore og Suilven. Tað eru eisini dømi um felt, sum var funnið í 70-unum og sum nú verður utbyugt. Tað er Clairfeltið. So tíðarkarmurin kann vera alt frá nøkrum árum til ongantíð.

Amerada Hess fer í hesum døgum undir enn eina boring í bretskum øki. Tað er Cambo-brunnurin, sum liggur longur norðuri. West Navion skal eisini bora henda brunnin, sum liggur nakað frá føroyska markinum. Úrslitið av tí boringini kann eisini hava týdning fyri leitingina á føroyskum øki. Ikki minst fyri 9 ára loyvið hjá Agip.