-Mugu virka fyri at broyta Helsinki-sáttmála

-Besta strategiin hjá Føroyum í løtuni at fáa undirtøku fyri fullum limaskapi í Norðurlandaráðnum er at virka millum tinglimirnar í Norðurlandaráðnum fyri at fáa meiriluta fyri einum uppskoti á næsta ársfundi Norðurlandaráðsins, sum heitir á norðurlendsku stjórnirnar - við støði í serfrøðingafrágreiðingini - um at fara undir at broyta Helsinki-sáttmálan, soleiðis at Føroyar kunnu gerast fullgildugur limur. Hetta er tað einasta, ið kann trýsta stjórnir og ráðharrar til at gera nakað álvarsligt við víðari gongdina í málinum sigur Høgni Hoydal, formaður Tjóðveldisfloksins.

Norðurlandaráðið
Jan Müller
jan@sosialurin.fo



Nú um dagarnar hevði formansskapurin í Norðurlandaráðnum fund í Føroyum, har føroyska ynskið um at fáa fulllan limaskap varð til viðgerðar. Millum luttakararnar var eisini Høgni Hoydal, formaður Tjóðveldisfloksins og annað av føroysku umboðunum á Fólkatingi. Høgni Hoydal hevði ein serstakan leiklut á nettupp hesum fundinum.

Hann vísir á, at hann legði umsóknina um sjálvstøðugan limaskap fram á ting í 2003 sum landsstýrismaður í Norðurlandamálum. Hon varð einmælt samtykt og send bæði Norðurlandaráðnum og Norðurlendska Ráðharraráðnum. Men eftir at samgongan í Føroyum slitnaði í desember 2003, hendi onki í málinum yvirhøvur leggur hann aftrat. Tjóðveldisflokkurin fekk ikki annað føroyska umboðið í Norðurlandaráðið og tískil royndi hann umvegis Fólkatingið at fáa atgongd til Norðurlandaráðið. Hann gjørdist eykalimur í donsku sendinevndini og fekk harvið møguleikan at taka málið uppaftur.

Til ársfundin hjá Norðurlandaráðnum, sum varð hildin í Reykjavík í oktober 2005, orðaði Høgni Hoydal so eitt limauppskot, sum varð sent til ársfundin. Kuupik Kleist úr Grønlandi, Line Barfod og Kristen Touborg úr Danmark og Kára P. Højgaard úr Føroyum játtaðu øll at vera medundirskrivaðar av limauppskotinum. Limauppskotið greiddi frá, at málið varð steðgað upp, greiddi frá grundgevingunum fyri fullum limaskapi og mælti Norðurlandráðnum til at samtykkja, at føroyska umsóknin skuldi realitetsviðgerast.

Hetta fekk gongd á málið. Formansskapurin í Norðurlandaráðnum hevði fund við norðurlendsku forsætisráðharrarnar undir ársfundinum í Reykjavík - og tey samdust í fyrsta umfari um at gera eina løgfrøðisliga útgreining.

Eingin løgfrøðlig forðing
Høgni Hoydal sigur víðari, at umvegis danskar politikarar, sum í ár hava havt formansskapin í Norðurlandaráðnum, fingu vit eisini ávirkan á, hvørjir serfrøðingar vórðu valdir at gera útgreiningina - og nú kom so frágreiðingin á borðið í summar. Frágreiðingin, sum er gjørd, staðfestir, at ongin løgfrøðislig forðing er fyri hesum, so tað er bert ein spurningur um politiskan vilja hjá hinum Norðurlondunum, um tey vilja broyta Helsinki-sáttmálan, so Føroyar verða javntsettar í øllum lutum. Eisini er semja um, at frágreiðingin staðfestir, at tað finst ongin "millumloysn" millum núverandi støðu og fullgildugan limaskap. Føroyar eru longu í dag komnar so langt í norðurlendskum samstarvi, sum tað ber til uttan at gerast fullgildugur limur og taka fulla ábyrgd í samstarvinum.

-Vit heittu eisini á formansskapin um at halda fund í Føroyum í summar - og tíbetur eydnaðist tað eisini, og Ole Stavad hevur saman við øðrum umboðum verið sera positivur fyri at fáa viðgjørt og avgreitt hetta málið. Tá formansskapurin hevði fund í Føroyum slapp eg at taka lut sum eykalimur fyri umboðið hjá finska bróðurflokkin hjá Tjóðveldisflokkinum, Ouuti Ojala úr finska Vånsterpartiet.

Samanumtikið heldur Høgni Hoydal, at fundirnir í Føroyum gingu sera væl. Tað var ein frægd at síggja, at allir floksformenninir í Føroyum, umframt løgtingsformannin, møttu á fundi við formansskapin og høvdu allir somu støðu: Umsóknin snýr seg um fullgildugan limaskap, og tað er full semja um tað í Føroyum. Hann heldur eisini, at tað gjørdi formansskapin rættiliga bilsnan, at føroyingar stóðu so væl saman.

Slottið ikki vunnið
-Men er so vunnið á mál?
-Hetta merkir als ikki, at slottið er vunnið. Tinglimirnir úr bæði Íslandi, Finnlandi, Noregi, Svøríki og Danmark hava verið jaligir mótvegis umsóknini, men sum tað eisini sæst á teirra úttalislum í Sosialinum herfyri, so liggja trupulleikarnir í teimum norðurlendsku stjórnunum - altso á ráðharrasíðuni. Og har er tað onki at fjala útyvir, at fleiri lond vilja vera sera trek at broyta Helsinki-sáttmálan og javtnseta Føroyar við hinar fullgildugu limirnar. Ein trupulleiki er sama-spurningurin, sum bæði svenskir, norskir og finskir ráðharrar óttast at geva út av.

Eisini hava svenskir ráðharrar og aðrir politikarar og embætisfólk ta áskoðan, at um Føroyar og Grønland verða javntsettir limir, so fær Danmark tríggjar atkvøður í Ráðharraráðnum - tí teir meta Føroyar og Grønland sum danskar landslutir. Eisini verður støðugt roynt at tengja Grønland og Åland upp í føroysku umsóknina, hóast tey ikki hava søkt um fullan limaskap - og tað er alt við til at skumpa málið út í framtíðina.

Tí heldur Høgni Hoydal, at besta strategiin hjá Føroyum í løtuni er at virka millum tinglimirnar í Norðurlandaráðnum fyri at fáa meiriluta fyri einum uppskoti á næsta ársfundi Norðurlandaráðsins, sum heitir á norðurlendsku stjórnirnar - við støði í serfrøðingafrágreiðingini - um at fara undir at broyta Helsinki-sáttmálan, soleiðis at Føroyar kunnu gerast fullgildugur limur. Hetta er tað einasta, ið kann trýsta stjórnir og ráðharrar til at gera nakað álvarsligt við víðari gongdina í málinum.

Norðurlandaráðið telur 87 tinglimir úr øllum Norðanlondunum, og teir arbeiða eisini saman partapolitiskt. Høgni Hoydal sigur seg hava í hvussu er fingið undirtøku millum allar samstarvsflokkarnar hjá Tjóðveldisflokkinum um at stuðla eini tílíkari samtykt. Kortini eru okkara samstarvsflokkar ikki millum teir, ið hava flestu umboðini í Norðurlandaráðnum. Um hinir føroysku flokkarnir fáa sama stuðul frá sínum samstarvs- og bróðurflokkum, so ber til at fáa ein stóran meiriluta. Serliga hava sosialdemokratisku flokkarnir í Norðurlondum ein stóran og sterkan bólk í Norðurlandaráðnum, so her er eitt arbeiði at gera hjá føroyskum politikarum sigur Høgni Hoydal.