Munur á borðum!

Hanus Samró
Á ST aðalfundi í New York
-----

Í síðstu viku savnaðist samgongan rundan um borðið í Tinganesi, har fíggjarlógin fyri 2013 var til umrøðu. Samstundis samgongufelagararnir viðgjørdu fíggjarlógina, sat undirritaði rundan um borðið hjá donsku sendistovuni í Washington. Búskaparfrøðingur greiddi frá búskaparstøðuni í Amerika, eins og samanberingar vórðu gjørdar millum danska og amerikanska búskapin.

Amerika
Búskaparfrøðingurin hevði ikki nógv gott at siga um Amerika. Arbeiðsloysið var 8.1 prosent, undirskotið á fíggjarlógini 7.3 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni, meðan samlaða skuldin var 73 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni. Av samlaðu arbeiðsfjøldini vóru 64 prosent tøk á arbeiðsmarknaðinum, og tað var tað lægsta síðani 1979, tá arbeiðsloysið millum ung var 25 prosent.

Hvussu koma amerikanarar burtur úr kreppuni?
Støðan er so mikið álvarsom, at sama hvør av Obama ella Romney vinnur, verður komandi forsetin noyddur at fremja neyðugar sparingar. Búskaparfrøðingurin metti, at 1000 milliardir dollarar skulu sparast komandi fíggjarár.
Millum annað verður herurin álagdur at spara 9 prosent, men hetta er ikki endaligt, tí teir hava sterkar kreftir í kongressini. Um neyðugar broytingar ikki verða framdar eru útlit fyri negativum búskaparvøksturi!
Harafturat væntaði búskaparfrøðingurin, at amerikanarar verða noyddir at hækka skuldarloftið komandi ár, tí um teir ikki gera tað, endar almenna Amerika í gjaldsteðgi. Harumframt megna teir ikki at halda sínar fíggjarligu skyldir yvirfyri kreditorunum.

Framtíðin í Amerika
Tað er heldur eingin loyna, at høvuðsboðskapurin í valstríðnum millum Obama og Romney er amerikanski búskapurin. Báðir ynskja at “kickstarta” búskapin við skattalættum, men teir hava tó hvør sína fatan av, hvussu skattalættin skal síggja út.
Obama ynskir at fíggja sín skattalætta við at áleggja millióningum skattahækking, so lægri og miðalstóru inntøkurnar fáa ágóðan av skattabroytingini, meðan Romney roynir at geva bæði miðal- og millióningum skattalætta. Eitt annað, ið fyllir nógv í valstríðnum, er arbeiðspláss. Hvussu fáa amerikanara arbeiðsplássini aftur?

Kampanjan hjá Romney leggur dent á, at sjey ferðir hevur Obama havt møguleikan at lóggivið fyri, at arbeiðspláss ikki enda í Kina, men hann hevur ongantíð gjørt nakað við tað. Kampanjan hjá Obama vísur hinvegin á, at feløgini hjá Romney hava flutt fleiri túsund arbeiðspláss úr Amerika til Kina, tí arbeiðskraftin er bíligari, so hann er ímyndin av trupulleikanum.

Eitt annað, sum tó ikki fyllir so nógv í valstríðnum, men sum hevur stóra ávirkan á arbeiðsmarknaðin, er immigratión. Amerikanskir búskaparfrøðingar vilja vera við, at um Amerika skal koma burtur úr búskaparkreppuni, skulu amerikanarar skapa millum 75.000 og 125.000 nýggj arbeiðspláss um mánaðin – bara fyri at nøkta eftirspurningin hjá innflytarum!
Í hesum sambandi kann nevnast, at 100.000 arbeiðspláss vórðu skapt í august 2012, meðan 400.000 fóru av arbeiðsmarknaðinum. Sostatt gjørdust 300.000 fleiri “arbeiðsleys”!

Borðið í Tinganesið
Skal ikki gera nógv burtur úr danska búskapinum, men tað var lítið hugaligt at sita rundan um borðið í Washington, tá ið búskaparfrøðingurin greiddi frá búskaparstøðuni í Danmark.
Hallið á fíggjarlógini táttar ímóti 100 milliardum krónum, arbeiðsloysið liggur um 8 prosent, meðan danska brúkaraálitið var 0.0 prosent í 2012. Harafturat eru útlitini fyri búskaparvøksturi komandi ár minkandi.

Tølini omanfyri eru tikin frá landsbankanum.

Hyggja vit eftir búskapartølunum, sum samgongufelagarnir hava rundan um borðið úi í Tinganesið, eru vit nógv betri fyri enn bæði Amerika og Danmark. Arbeiðsloysið hjá okkum er lækkað úr 6.3 prosentum niður í 5.3 prosent, eins og tøka inntøkan hjá húsarhaldunum er økt seinasta hálva árið, orsakað av flatskattinum. Nýtsluhugurin hevur tó ikki fylgt jaligu gongdini, men tó metir landsbankin, at útlit eru fyri, at nýtsluhugurin veksur í 2013. Vit hava harafturat fingið hallið á fíggjarlógini til 365 milliónir krónur, men tá eru inntøkurnar frá makrelfiskiskapinum ikki tiknar við.

Hóast jaligu gongdina, verður samgongan noydd at fremja nakrar sparingar, tí vit hava framvegis hall á fíggjarlógini. Um vit ikki gera tað, enda vit í somu búskaparstøðu sum Danmark og Amerika, og tá verður tað ikki stuttligt at sita rundan um borðið í Tinganesið, tí tá verða sparingarnar uppaftur størri!