Útskiftingin í hópinum hjá B36 í vetur var stór. Stórleikararnir frá í fjør, Fróði Benjaminsen, Amed Davy Sylla og Jákup Mikkelsen vóru millum nøvnini, sum ikki hildu fram í felagnum. Árstalsfelagið gjørdi greitt, at yngru leikararnir skuldu bera liðið í hesum kappingarárinum, og higartil hava úrslitini eisini verið á einari leið.
Í gjár endaði grannauppgerðin millum B36 og HB við málleysum javnleiki. Verður hugt at miðalaldrinum á liðunum í gjár, so er munurin tó ikki so ógvuliga stórur.
Miðalaldurin á teimum fyrstu ellivu:
B36: 26 ár
HB: 27,18 ár
Miðalaldurin við innskiftarum:
B36: 24,5 ár
HB: 26, 23 ár
Leggjast skal aftrat, at HB ikki nýttu allar sínar útskiftingar. Pætur Jørgensen, 20 ár, og Rasmus Nolsøe, 23 ár, komu ikki á vøllin, og miðalaldurin hevði lækkað, um teir vóru innskiftir.
Mynd: www.hb.fo