Munurin minkar og minkar

8-MANNAFØR: Fyri triðju ferð av trimum megnaði Argjabáturin aftur í dag at vinna kappingina millum 8-mannaførini. Men hóast argjamenn eftir sannførandi avrikini higartil eru greitt á odda í FM kappingini, so munnu teir ikki kenna seg vísar í, at teir á Ólavsøku fara at standa við FM steypinum og gullkrónunum.

Ørvur hjá Havnar Róðrarfelag hevur higartil verið størsti kappingarneytin hjá grannunum á Argjum, og soleiðis var tað aftur í dag.

Eftir sera harða og tætta kapping millum bátarnar úr høvuðsstaðnum, sum lógu borð um borð, var Argjabáturin skutin undan Ørvi, tá ið teir fóru um málið.

Munurin hesa ferð var akkurát eitt sekund. Á Sundalagsstevnu var vinnaratíðin 7.31.06, og tá var tíðin hjá Ørvi 7.32.21. Á Norðoyastevnu var vinnaratíðin hjá Argjabátinum 7.08.20. Tá var tíðin hjá Ørvi 7.11.19.

Tølini siga, at hóast Argjabáturin er sannførandi á odda í FM kappingini, so er tað framvegis møguleiki fyri, at talan kann verða um rættuligan spenning!

Undanfarnu ferðirnar hevur Nevið Reyða vunnið kappingina um bronsuplássið. Á Norðoyastevnu var tað ímóti Kvívíkingi, og á Sundalagsstevnu var tað ímóti Miðvingi. Í dag eydnaðist tað Miðvingi at vinna bronsuplássið´.

 

 

1 Argjabáturin 06:53.01

2 Ørvur 06:54.01

3 Miðvingur 06:59.01

4 Nevið Reyða 07:01.23

5 Kvívíkingur 07:07.00

 

Støðan

1 Argjabáturin 21

2 Ørvur 18

3 Nevið Reyða 14

4 Miðvingur 12

5 Kvívíkingur 10