Murdoch skal avhoyrast av nýggjum

Tann serliga bretska tingmannanevndin, sum kannar telefonlurtingina hjá blaðnum News of the World, hevur gjørt av at senda boð eftir James Murdoch, sum er stjóri News International. Nevndin vil sleppa at avhoyra hann av nýggjum, tí tað er komið fram, at hann var vitandi um arbeiðsháttin hjá News of the World.

Tað er ikki greitt, nær James Murdoch skal avhoyrast av nýggjum. Formaðurin í tingmannanevndini, John Whittingdale, sigur, at nevndin fer fyrst at avhoyra nøkur onnur vitni, teirra millum Les Hinton, sum hevur verið í leiðsluni í News of the World.

Ein talsmaður fyri News International sigur við BBC, at James Murdoch vil fegin svara fleiri spurningum frá kanningarnevndini.

James Murdoch er sonur fjølmiðlakongin Rupert Murdoch. Báðir hava verið til avhoyringar hjá kanningarnevndini.