- Eg ætli mær ikki inn í hatta absurda orðaskifti, sum nú verður reist, um Múrurin í Ikrjubø nú r eitt fornminni.
Tað sigur Kjartan Kristiansen, formaður í Føroya Fornminnagrunni. Hann vil ikki enn í tað orðaskiftið, tí hann heldur tað vera so vitleyst. Hann heldur eisini, at hetta nýggja oraskiftið bara kann fáa eina avleiðing. og hon er, at málið um at varðveita og gera ábøtur á Múrin, dregur meira út enn.
Kjartan Kristiansen minnir á, at Føroya Fornminnagrunnur í 1985 savnaði inn undirskriftir fyri at fáa nakað gjørt við Múrin. Í skrivinum, sum 600-700 fólk skrivaðu undir, varð Sverri Dahl, sum tá enn var á lívi, endurgivin fyri at siga Múrin vera eitt av okkara mætastu fornminnum, sum skaraði framúr í Norðurlondum og miðaldarsøguliga.
- Tað vil siga, at ein stór fjøld av føroyingum hevur skrivað undir uppá, at Múrurin er eitt fornminni, sigur Kjartan.
Hann fýlist á, at tað hevur tikið so drúgva tíð at fáa fram eina ætlan frá fornminnamyndugleikunum um, hvussu Múrurin skal varðveitast.
Í 1995 gjørdi grunnurin vart við seg og bað um eina frágreiðing, skrivað varð bæði til Fornminnissavnið og til landsstýrismannin, men einki svar.
- Ikki fyrr enn vit skrivaðu til løgmann í september 1996 kom nakað úrslt burtur úr, og tað var ein frágreiðing frá Fornminnissavninum, og tann frágreiðingin kom í januar mánaði í ár, sigur Kjartan.
Om sama mundið kom uppskotið frá arbeiðsbólkinum í Kirkjubø.
Kjartan Kristiansen hevur ilt við at skilja, hví landsstýrismaðurin í mentanarmálum ikki letur við seg koma, tí málið er fullklárt. Grunnurin hevur rykt landsstýrismannin eftir svari fleiri ferðir, men einki hendir. Málið liggur á hansara borði, men líkt er til, at landsstýrismaðurin ikki veit, hvat hann skal siga.
- Grunnurin hevur einans til uppgávu at savna pening inn, men vit mugu vita, hvat vit savna pening inn til.
- Einhvør má skilja, at tað er ørkymlandi, at einki hendir, og hetta ger tað ikki betri.
- Eftir mínum tykki er tað fullkomiliga tápuligt at reisa eitt orðaskifti, um Múrurin er eitt fornminni, tí tað orðaskiftið bara seinkar og køvir. Hetta er absurd og stór skomm, sigur Kjartan Kristiansen.