Halla Samuelsen, býráðslimur og valevni Javnaðarfloksins til Tórshavnar býráð
Nú er tað heilt vist - Musikkskúlin verður boðin út fyrsta dagin.
Ja, leingi er tað ið væl skal vera. Tað kunnu vit saktans siga í sambandi við nýggja Musikkskúlan, sum vit hava bíða eftir í áravís. Men nú er nokk bíðað, tí nú er klárt at bjóða byggingina av nýggja Musikkskúlanum út.
Vit fáa ein skúla, sum hevur tær støddir og víddir, ið ein tílíkur skúli skal hava og orkesturhøllin
hevur eisini fingið tað stødd, tey serkønu ráddu til. Nú hølisumstøðurnar verða betri, fara lærarar og næmingar at fáa nógv betri umstøður at venja og spæla í. Hetta kunnu vit øll gleðast um. Eingin ivi er í, at okkara børn og ungdómur fer at fáa upp aftur meira nyttu burturúr, og fer at mennast enn meira, nú vit fáa ein nýggjan og tíðarhóskandi Musikkskúla.
At Musikkskúlin nú verður veruleiki eri eg sera fegin um, tí tað var eitt av mínum heitastu hjartamálum longu tá eg stillaði upp á fyrsta sinni fyri 12 árum síðani. Sigast má, at drúgt og strævið hevur verið at komi her til, men nú er tað heilt vist – Musikkskúlin verður boðin út fyrsta dagin. So er bara at vóna, at byggingin av Musikkskúlanum gongur skjótt og væl.