Musikkskúlin, ið eingin varðar av!!

Fyrst nakrir spurningar. Ber tað til at spæla fótbólt á tennisvølli? Ber til at spæla kurvabólt á rennibreyt? Ber til at reka matstovu í fjósi? Ber til at hava fólkaskúlaundirvísing í býbussi? Ber til at hava fimleikaundirvísing í neysti?

Sjálvandi ber hetta ikki til. Á sama hátt ber ikki til at hava tónleikafrálæru á nøktandi støði í kustaskápi, í fimleikahøll, goymslu fullari av óruddi ella í skúlastovum uttan nøktandi amboð til undirvísingina.

 

Trúgv mær, hetta eru teir karmar og tann veruleiki, ið næmingar í tónleiki og tónlistalærarar teirra liva undir. Stórur partur av dagligu tónleika undirvísing, ið land og kommunur í felag skulu eitast at reka, fyrigongur í dag undir hesum og líknandi treytum.

 

Hetta er, eftir mínum tykki, ein sera stórur trupulleiki. Somikið stórur, at hann beinleiðis oyðileggur og niðurbrýtur musikkundirvísingina, hugin hjá læraranum at undirvísa á støðunum og harvið eisini hugin hjá næmingunum at fáa frálæru. Orðatakið ”ein óndur sirkul” rennur mær í hug.

 

Í síðsta enda vendur hetta aftur í neiligari umtalu av musikkskúlaundirvísingini, og tað er á ongan hátt ynskiligt.

 

Í løtuni eru musikkskúlar í flest øllum kommunum í landinum. Tórshavnar Musikkskúli er tó einasti musikkskúli í landinum, ið undirritaðið hevur verið á, har umstøður til tónleikaundirvísing eru nøktandi. Veit um eitt ella tvey støð, ið eru farin undir at betra um umstøðurnar. Aðrastaðnis eru tær frá ikki nøktandi til als ikki nøktandi og út av lagi vánaligar.

 

Eg gevi tónleikafrálæru á Tórshavnar Musikkskúla og Norðljómi, ið er tónlistaskúlin á Oyrabakka og Eiði. Eg skal erliga viðganga, at um eg fekk møguleikan, vildi eg flutt alla undirvísing til havnina. Hóast fyrrverandi og núverandi økisleiðari fyri Norðljóm av øllum alvi hava gjørt sítt fyri at betra um viðurskiftini og sjálvt um hissini stig eru tikin til tíðir, so eru hølisumstøðurnar støðugt versnaðar síðstu árini, og eru tær í dag sera vánaligar. Tað er ikki ov nógv sagt, at undirvísingin og harvið Norðljómur sum tónlistarskúli er við at detta frá hvørjum øðrum. Trupulleikin er væntandi framskygni og planlegging frá kommununi. Hvat ætla kommuna og land við skúlanum. Hvørjar kommunalar uppgávur hevur hann og hvussu skal hann megna hesar á bestan hátt.

 

Í mínum hugaheimi er hetta rættuliga einfalt. Um kommunur ynskja at bjóða tónleikafrálæru til børn og ungdómin, so mugu og skulu tær eisini latað nøktandi høli og umstøður. Um tær ikki vilja hetta, so er tað sjálvandi í lagi, men so skulu tær siga frá á røttum stað´, soleiðis at orkan kann brúkast betur aðrastaðnis. Tað ber ikki til at hava tónlistaskúla uttan ”fysiskar” karmar. Tað ræður um at skapað eitt umhvørvi, har ungdómur samlast at vera saman um tónleik og samanspæl. Innan ítróttin er hetta ein sjálvfylgja, eisini í sundalagnum, so hví er tað ikki ein sjálvfylgja innan tónleikafrálæru?

 

Eg havi tosað við fleiri tónleikalærarar, ið arbeiða runt um í landinum. Flest allir eru á einum máli um, at hølisviðurskiftini eru ótolandi og høvdu teir, um tað var møguligt og um teir fingið møguleikan, fari aðrastaðnis at undirvíst.

 

At bjóða tónleikafrálæru uttan at hava karmarnar er, eftir mínum tykki, at halda bæði næmingar og lærarar fyri gjøldur og tað er eisini, aftur eftir mínum tykki, at halda skattgjaldaran fyri gjøldur at latað verandi støðu halda áframm. Hesin peningur hevði í fleiri førum verið betur spardur!!

 

Eg vil tí hervið innarliga heita á kommunur og land um at gera sær greitt hvat tey vilja við tónlistaundirvísingini og síðani takað avleiðingarnar av hesari niðurstøðu.