Musikkskúlin sóknast eftir ljóðførum

Nú verður møguligt hjá teimum, ið eiga ljóðførir heima við hús, ið ikki verða brúkt longur, at gleða onnur við teimum.


Tórshavnar Musikkskúli skipar nevniliga fyri einum degi, har tað verður møguligt hjá fólkum at lata teimum ljóðførir, og harvið stuðla undirvísingini hjá næsta ættarliði í skúlanum.


Møguligt verður hjá fólkum at lata síni gomlu ljóðførir inn til Musikkskúlan 12. februar, tá opið hús verður í hølunum hjá skúlanum á Frúutrøð 1 frá klokkan 16 til 18.