Musk á X: Latið tað treingja inn

Tøknimiljarderurin Elon Musk hevur deilt eitt uppslag á sosiala miðlinum X.

Her er ein týðiliga viðgjørd mynd av Musk sjálvum, sum ber eitt vask inn á Oval Office.

– Let it sink in, skrivar hann í uppslagnum.

"Sink" merkir vaska hendur á enskum, men ein rættari týðing av orðatakinum vildi verið, "Latið tað treingja inn", sum skal fatast sum ein tilvísing til fyribils valúrslitini, har Trump hevur tikið leiðsluna.

Elon Musk hevur verið virkin í valstríðnum fyri Donald Trump .