Allir almennir bygningar skulu hitast við varandi orku, og við tíðini skulu øll privat hús eisini hitast við skipanum, ið nýta varandi orku, halda sambandsfólk á landsfundi Landsfundur Sambandsfloksins kom eisini ásamt um framtíð Føroya innan alternativa orku, áðrenn fundur var lokin i Róðrarneystinum á Argjum í dag.
- Føroyar skulu upp í altjóða stríðið fyri betri klima og fyri at minka um CO2 útlátið, so tað veruliga munar, og ein altjóða havgranskingarstovnur í Føroyum er ein sjálvfylgja hjá einum landi, sum liggur mitt í Golfstreyminum.
Landsfundurin sigur, at Føroyar í 2025 skulu verða millum fremstu lond, tá talan er um varandi orku.
- Hetta skal gerast við nútímans tøkni og við rávøru, sum Føroyar longu frá náttúrunar hond hava so ríkiligt av.
- Revsingin fyri oljudálking skal herðast munandi, og Kyoto-sáttmálin skal góðkennast sum skjótast.
Landsfundurin er samdur um, at Føroyar í størri mun skulu stuðla alternativari orku, eitt nú við at taka av MVG´ið á hitapumpum og sólskermum.
Mælt verður eisini til, at nýggj byggilóggáva verður sett í verk viðvíkjandi bjálving innan alla bygging í Føroyum, bæði alment og privat.
Landsfundurin heldur, at vit eiga at seta orkuráð á stovn, soleiðis at hetta ráð er á hædd við okkara búskaparráð.
- Varandi el-orka skal útbyggjast, og SEV má veitast neyðugu loyvini til tess.
Á landsfundi samtyktu sambandsfólk eisini, at allir almennir bygningar skulu hitast við varandi orku, og við tíðini skulu øll privat hús eisini hitast við skipanum, ið nýta varandi orkukeldur.