Mykinesfólk fáa borgarakort

1. mai byrjar siglingin hjá Strandferðsluni til Mykinesar Í ár verður tað samtakið Sjóferðir, ið fara at røkja siglingina við Silju Star og Froyi.

Fólk við tilknýti til oynna kunnu fáa borgarakort við at venda sær til Strandferðsluna á teldupostadressu ssl@ssl.fo

Treytin fyri at fáa borgarkortið er, at tann ferðandi er fastbúgvandi, eigur hús ella er partur av húski, tað vil siga maður, kona og børn, sum eiga hús í oynni.

Ein vanligur ferðaseðil til Mykinesar kostar 60 krónur einvegis. Tey, sum hava borgarakort, hava rætt til avláttur, svarandi til kostnaðin á hinum styttri leiðunum.