Mynd av naknum prinsi fær ongar avleiðingar

Bretska avísin The Sun sleppur lættari enn nógv høvdu væntað, eftir at blaðið fyri trimum vikum síðani valdi at hava eina mynd av einum naknum Harry prinsi á forsíðuni. Fjølmiðlanevndin, Press Complaints Commission, hevur valt ikki at gera nakað burtur úr málinum.

 

Avgerðin hjá fjølmiðlanevndini bleiv almannakunngjørd í fyrradagin, har greitt varð frá, at eingin frá bretska kongshúsinum hevur sent inn klagu um hendingina, og tí vil fjølmiðlanevndin ikki gera nakað við málið.

 

The Sun var einasta bretska avísin, sum valdi at brúka ta nógv umstríddu myndina frá eini feriu, tá Harry prinsur fyri stuttum var í Las Vegas. Tað sigst, at Harry prinsur var staddur á einum hotelkamari saman við eini ungari kvinnu, tá myndin var tikin. Orsøkin til at bæði hann og unga kvinnan vóru nakin var, at tey spældu strippoker.

 

Fjølmiðlanevndin upplýsir, at umleið 3.800 bretar hava kært til nevndina um forsíðuni á The Sun.

 

Bretar halda, at avísin fór út um mark við at vísa myndina, og eigarin av blaðnum hevur eisini viðgingið, at tað tey á blaðnum bert vildu vita, hvussu langt tey kundu fara.

 

Fleiri eygleiðarar hava verið frammi og sagt, at hendingin hjá Harry prinsi í Las Vegas kann hava stórar avleiðingar fyri bretska kongshúsið. Reaktiónirnar frá fólkinum kundu tó bent á, at so er ikki. Fleirtalið av innkomnu klagunum vísa á, at rætturin hjá Harry prinsi til eitt privatlív als ikki bleiv virdur, tá myndin kom á forsíðuna.

 

PCC upplýsir, at nevndin er komin í samband við kongshúsið, men nevndin ger ikki nakað við málið, fyrr enn kongshúsið tekur avgerð um at kæra.