Copernicus er Earth Observation parturin av rúmdarætlanini hjá Evropeiska Samveldinum, og kannar gongustjørnu okkara og umhvørvið til gagns fyri borgararnar í Evropa.
Hvønn dag verður ein mynd kunngjørd við einum teksti. Um dagsins mynd í dag, sum er av Sørvágsvatni í Vágum, skrivar Copernicus soleiðis:
»Sørvágsvatn, sum sæst á hesi Copernicus Sentinel-2 myndini, sum er tikin 4. september 2024, er størsta vatnið í Føroyum. Vatnið liggur nærhendis bygdini Sørvágur á oynni Vágar og er um umleið 3,4 ferkilometrar til støddar.
Frá einum ávísum sjónarhorni skapar kletturin nærhendis vatnkantinum ta fatan, at Sørvágsvatn er fleiri hundrað metrar oman fyri sjóvarmálan – og fær tí eyknevnið "vatnið oman fyri havið". Í veruleikanum er vatnið einar umleið 30 metrar yvir sjóvarmálanum, har vatnið rennur út í havið gjøgnum fossin Bøsdalafossur. Júst hetta myndaevnið er vælumtókt hjá ferðafólkum og myndafólkum.
Copernicus Sentinel-fylgisveinarnir geva nágreinilig landdekningskort, sum hjálpa til at finna tekin um jarðroyting ella bústaðarmiss. Hesar dátur kunnu leiða til burðardygga ferðavinnu- og friðingartiltøk.
Copernicus er Earth Observation parturin av rúmdarætlanini hjá Evropasamveldinum, og kannar gongustjørnu okkara og umhvørvið til gagns fyri borgararnar í Evropa.
Hvønn dag verður 'dagsins mynd úr rúmdini' kunngjørd, sum í dag altso er myndin av Sørvágsvatni.