Í »eygleiðingini« hjá Kringvarpinum gjáramorgunin vóru vit og aðrir miðlar til viðgerðar. Har fingu vit at vita, at vit gera eitt vánaligt arbeiði, tá tað kemur til myndir og myndaval.
Vit fingu eisini at vita, at vit ongan pressufotograf hava og ongar aktuellar pressumyndir hava í blaðnum. Hetta verður borið fram, hóast vit á Sosialinum í fleiri enn 30 ár út í eitt hava havt pressufotograf í starvi – og í mong ár fleiri fotografar, og hóast fleiri aktuellar myndir vóru í blaðnum, sum varð nevnt.
Sjálvandi hava vit í Miðlahúsinum merkt sperdu tíðirnar. Tí tað merkja vit, sum liva av tí, sum vit sjálvi tjena. Vit kunnu ikki seta okkum upp afturá at reypa og bíða, meðan almennar krónur av sær sjálvum renna inn í kassan – sjálvt um vit gera nakað til nyttu – ella ikki. Tí hetta er bara ikki veruleikin í privata vinnulívinum, og tá tað so strammar í afturat, so sæst tað sjálvandi aftur.
Og vit kunnu akkurát tað sama skera tað út í papp beinanvein: Tað ber ikki til hjá føroyskum bløðum ella miðlum sum heild at brúka fotografar, sum taka fleiri túsund krónur fyri hvørja mynd, so tað verður als ikki til eitt val hjá miðlaleiðslunum.
– Umstøðurnar hjá okkum eru bara alla tíðina at stinga fingurin í jørðina. Vit kunnu eisini droyma dreymar – men fíggjarligi veruleikin setir kortini síni mørk.