Hóast hon ikki hevur verið í ringinum í tvey ár, so vann føroyska Sarah Mahfoud sannførandi 3-0 á týsku Nina Meinke í boksing í kvøld.
Sostatt hevur hon vart sítt heimsmeistaraheiti í greinini fjaðurvekt. Eitt upp á nógvar mátar ótrúliga flott úrslit, og sjálv er hon eisini ovurfegin, segði hon við in.fo beint eftir dystin.
– Hetta hevur verið ein villur dagur. Eg eri bara so glað fyri at eg enn havi tað, og nú kann eg hugsa fram eftir og slappa av, sigur hon.
Sí videosamrøðu við hana um tað her: – Eg havi tað heilt sjúkt
Vit hava eisini tikið eina rúgvu av myndum til boksibrakið í kvøld, og tær skulu tit ikki snýtast fyri. Kvøldið í myndum er at síggja her:
##med2##
Her gongur Sarah inn í ringin við tónleikinum for frá, topp-motiverað og fokuserað.
##med3##
##med4##
Nógvir føroyingar vóru í høllini í kvøld, og fleiri føroysk fløgg vóru at síggja.
##med5##
Tað leikaði nokkso javnt á, og Sarah fekk harða mótstøðu.
##med6##
LES EISINI: Fantastiskt: Sarah hevur endurvunnið heimsmeistaraheitið
##med7##
##med8##
Sarah Mahfoud vann gull í februar 2020 og hevur verið heimsmeistari síðan tá orsakað av avlýsingum. Hon hevur ikki verið í ringinum síðan tá - ella ja, ikki fyrr enn í kvøld.
##med9##
Mótstøðukvinnan var týska Nina Meinke, sum annars hevur ligið hægst á ranglistanum seinastu tíðina – undir heimsmeistaranum Sarah Mahfoud væl at merkja. Nina er europameistari og hevur verið roknað sum hørð mótstøða. Tað var hon eisini, men Sarah hevði munin.
##med10##
##med11##
So er tað nú, at vinnarin verður avdúkað...
##med12##
##med13##
"Heimsmeistarin er ENN Sarah Mahfoud!"
##med14##
##med15##
##med16##
##med17##
Sí fleiri myndir her: Einastandandi boksistemningur áðrenn Sarah skal í ringin
##med18##
##med19##
##med20##
##med21##