VIDEO: – Eg havi tað heilt sjúkt

– Nú havi eg vart tað, og tað er tað viktigasta, sigur føroyski heimsmeistarin í boksing Sarah Mahfoud

Í kvøld hevur 32 ára gamla Sarah Mahfoud úr Vestmanna vunnið ein ótrúligan sigur í boksing. Hon hevur vart sítt heimsmeistaraheitið í fjaðurvekt aftaná ein steðg á heili tvey ár.

 

Mótstøðukvinnan var ikki ein og hvør - týska Nina Meinke er sum europameistari sera høg í metum, og tað var eisini øgiliga javnt. Men tá alt kom til alt, vóru dómararnir ikki í iva - Sarah stóð seg best, og støðan bleiv 97-93, 96-94 og 97-93.

 

Sarah var ovurfegin, tá tað bleiv kunngjørt, at hon vann dystin, og tað sama vóru nógvu áskoðararnir, sum uppreistir fagnaðu henni við lógvabrestum.

 

Eftir boksidystin hittu vit hana:

 

– Hetta hevur verið ein villur dagur. Eg eri bara so glað fyri at eg enn havi tað, og nú kann eg hugsa fram eftir og slappa av. Tað hevur verið hart, sigur hon.

 

Tað er munur á at vinna gullið fyrstu ferð og at verja tað.

 

– Nú havi eg vart tað, og tað er tað viktigasta, sigur hon glað og stolt.

 

Hoyr og síggj føroyska heimsmeistaran í boksing greiða frá í videobrotinum undir her:

 

##med2##

 

LES EISINI: Fantastiskt: Sarah hevur endurvunnið heimsmeistaraheitið

 

Sí myndir her: Einastandandi boksistemningur áðrenn Sarah skal í ringin