Nógv avvarandi hjá námsarbeiðsmonnunum vóru hjástødd, tá forsætisráðharrin kom á vanlukkustaðið, og fleiri teirra nýttu høvið at mótmæla einskiljingarpolitikkinum hjá stjórnini, sum sambært teimum er orsøk til vanlukkuna.
Men hetta var eftir øllum at døma meiri, enn ráðgevin Yusuf Yerkel kundi góðtaka. Hann gjørdist púra frá sær sjálvum og sparkaði ein mótmælismann, sum løgreglan hevði tikið, fleiri ferðir, meðan tveir løgreglumenn hildu manninum niðri.
Ráðgevin visti helst ikki, at hann bleiv avmyndaður. Myndin varð løgd út á teir sosialu miðlarnar, og stutt eftir bleiv staðfest, at tann sparkandi maðurin er ráðgevi hjá sjálvum forsætisráðharranum. Avdúkingin hevur elvt til stóra øsing, skrivar Reuters.
Eygnavitni hava greitt frá, at mótmælismaðurin hevði sparkað ein av bilunum í fylginum hjá forsætisráðharranum, og at løgreglan var í ferð við at avhoyra hann, tá ráðgevin hjá Erdogan kom framvið. Hann var í øðini og sparkaði tann liggjandi mannin tríggjar ella fýra ferðir.
Sambært BBC hevur Yusuf Yerkel viðgingið, at hann sparkaði mannin. Hann sigur, at hann fer at koma við einari frágreiðing um hendingina.