Myndir: Fitt av fólki í Hattarvík leygardagin

Floksmannadagurin 2024 er farin afturum og alt gekk uppá stás.

Rættuliga fitt av fólki hevði leitað sær til Hattarvíkar at uppliva gastronomi og siðsøguliga mentan. Hetta er níggundi ferð, at tiltakið verður hildið, og komandi ár verður gjørt eitt sindur meiri burturúr fyri at hátíðarhalda dagin.

 

Fyrireikingarnar til 2025 eru longu farnar ígongd, og verður eitt nú matarkovin víðkaður eitt sindur við egnari fermentering av Floksmanna-skinku og ostum.

 

– Eisini fara vit at fáa Einar at borðreiða við onkrum serstøkum bryggium, sum hóska væl saman við tí fjølbroytta matarlepanum fyri dagin, siga fyrireikararnir í tíðindaskrivi.

 

Tónleikur og undirhald er altíð ein partur av tiltakinum og umframt tann traditionella siðsøguliga partin verður skemt frá Pipar & Salt og kvæðarokkur við navnframa bólkinum Hamradun.

 

Tilmelding til Floksmannadagin 28. Juni 2025 er opin og tú kanst tryggja tær pláss umvegis fylgjandi leinkju:

 

https://www.atgongumerki.fo/.../floksmannadagur-28-juni-2025

 

Her eru nakrar myndir frá leygardegnum har bæði hjálparfólk og vælnøgdir gestir trívast í Hattarvík ein summardag.

 

Fleiri myndir og nærri kunning um Floksmannadagin 2025 er á heimasíðu okkara www.uppistovugardur.fo

 

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##

##med10##

##med11##

##med12##

##med13##

##med14##

##med15##

##med16##

##med17##

##med18##

##med19##

##med20##

##med21##

##med22##

##med23##

##med24##

##med25##

##med26##

##med27##