Ukrainski herurin tekur seg úr pørtum av Tsjasiv Jar

- Vit halda tað vera rætt at rýma úr pørtum av býnum og taka okkum aftur til tryggari støðir í økinum, sigur ukrainska verjan.

Ukrainski herurin hevur tikið seg aftur úr pørtum av býnum, Tsjasiv Jar, har eysturi í Donetsk-regiónini í Ukraina.

 

Tað upplýsir ukrainska verjan í dag.

Talsmaðurin hjá verjuni, Nazar Volosjin, sigur, at russiska hjáveran í økinum hóttir lív og heilsu hjá ukrainsku herdeildunum í býnum.

 

- Tí halda vit tað vera rætt at rýma úr pørtum av býnum og taka okkum aftur til tryggari støðir, sigur hann.

 

Tíðindastovan NTB veit at siga, at russiskar herdeildir í gjár fingu eftirlitið við einum øki í býnum.

 

Lagt verður aftrat, at Tsjasiv Jar er ein strategiskt týdningarmikil býur, ið líka sum liggur uppi á einari høvd í Donetsk-regiónini.

 

##med2##

 

 

 

Á kortinum sæst umleið, hvar ukrainski býurin, Tsjasiv Jar, liggur.