Myndir: Føroysk stevna í Ishøj í 22 hitastigum

Næstu nógvu tímarnar í dag og langt út á kvøldið er ársins kenda regatta í Ishøj á skránni.

Tiltakið er á Tankloppen 6 við nógvum ymsum á skrá - eitt nú heilstoktum grísi og grillpylsum, køldum at drekka og føroyskum smyrjibreyði.

 

Eisini eru stuttlig spøl og kappingar millum rógvarar og gestir, felagssangur við gittara og harmoniku, heimabakað, linedansur við instruktørum.

 

Klokkan 21 verður Champions Leauge Finalan á stórskíggja send úr Istanbul millum Inter Milan og Manchester City, umframt enskur dansur við barr- og matsølu. 

 

Dupultur fyriskiparar eru hesaferð - Róðrarfelagið Knørrur úr Hvidovre og Neystið í Ishøj, sum eisini er vertur. Ókeypis atgongd er til Neystið við terrassu.

 

Her eru nakrar myndir, sum vit hava fingið sendandi frá Edmundi S. Jacobsen:

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##

 

Sí meira um tiltakið HER.