Nú nærkast fyrsti EM-dysturin hjá føroyska hondbóltslandsliðnum, og føroysku fjeppararnir eru væl í gongd við at hita upp til fyrsta dystin í bólkaspælinum.
Dysturin verður móti Slovenia og byrjar nú klokkan 17. Tey, sum skipa fyri upphitingini, hava bjóðað andlitsmáling og klapparar, og Eyðun og Terji trína eisini á pallin.
- Her ber eisini til at keypa drykkivørur á staðnum, og nógv matarstøð eru tætt við hølið, um onkur vil hava okkurt etandi.
Fyrireikararnir siga, at allir føroyingar eru vælkomnir, og tað er ókeypis at sleppa inn í hølini, har upphitingin fyri føroyskar fjepparar fer fram.
Til stuttleikar kunnu vit leggja aftrat, at upphitingin fer fram í Kreuzberg Festsaal á adressuni Am Flutgraben 2, 12435 í Berlin.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##
##med12##