Myndir: Fólkaflokkurin vil áræði, ágrýtni og ábyrgd

- Ein og hvør, sum í dag er stórur í vinnuni, hevur einaferð verið lítil. Tí hevur tað eisini so stóran týdning at skapa nýbyrjarum og teimum smáu í vinnuni góðar og tryggdar karmar, sigur Beinir Johannesen.

Á framløgufundi í Smæruni seinnapartin í gjár legði Fólkaflokkurin fram sína valskrá til løgtingsvalið komandi. Tað var nýggi formaður floksins, Beinir Johannesen, ið hevði framløguna, sum hevði yvirskriftina - Áræði, Ágrýtni og Ábyrgd.

 

Beinir Johannesen legði dent á týdningin av, at Føroyar hava eitt sterkt vinnulív, sum hevur góðar og tryggar karmar at virka undir. Í framløguni vísti hann eisini á, at ein og hvør, sum í dag er stórur í vinnuni, einaferð hevur verið lítil.

 

- Tí hevur tað eisini so stóran týdning at skapa nýbyrjarum og teimum smáu í vinnuni góðar og tryggdar karmar.

 

Í framløguni legði hann dent á, at Fólkaflokkurin vil tryggja familjurnar í Føroyum, soleiðis at hesar hava góðar karmar og livilig kor. Familjan er kjarnin og í dag, nú so stórar príshækkingar hava verið, eru nógvar barnafamiljur sperdar.

 

- Tað eru barnafamiljurnar, sum merkja prísvøksturin á neyðsynjarvørum harðast, segði Beinir Johannesen og legði aftrat, at Fólkaflokkurin fer at virka fyri at gera umstøðurnar hjá hesum familjum betri.

 

Formaður Fólkafloksins segði, at mótrokningin av pensjónini skal hækkast, soleiðis at vit kunnu fáa fleiri pensjónistar út á arbeiðsmarknaðin, soleiðis at samfelagið fær gagn av førleikunum hjá hesum fólkum.

 

- Vit skulu eisini hava eina integratiónslóg, og vit skulu í enn størri mun gagnnýta førleikarnar hjá tilflytarum, eins og undirvísingin í føroyskum skal styrkjast, soleiðis at tað verður lættari bæði hjá tilflytarum og okkum her heima.

 

Beinir Johannesen segði, at skattalætti skal latast, soleiðis at upphæddirnar í skattastiganum verða hækkaðar, barnafrádrátturin skal hækkast, og hámarkið í barsilsskipanini skal eisini hækkast.

 

Tað eru tilsamans 24 valevni, 10 kvinnur og 14 menn, sum stilla upp fyri Fólkaflokkinum á løgtingsvalinum hin 8. desember. Beinir Johannesen helt, at hetta er eitt spennandi lið av bæði yngri og tilkomnum, royndum sum óroyndum.

 

- Helvtin av valevnunum hjá okkum hava ikki stillað upp áður, og hetta eru alt fólk, sum brenna fyri fólkaflokshugsjónini og vilja verða við til at gera mun, segði formaður Fólkafloksins, tá hann legði fram valskránna hjá flokkinum.

 

Á framløgufundinum ásannaði Beinir Johannesen, at uppstillingin hjá Fólkaflokkinum til fólkatingsvalið hin 31. oktober kanska var heldur smøl, sum hann tók til.

 

- Men, hesaferð raka vit nakað breiðari, legði floksformaðurin aftrat.

 

Tað var gott lag á fundinum hjá Fólkaflokkinum í gjár, og líkt er til, at floksleiðsla og valevni, tú hitti úti á gólvinum eftir fundarlok, hava góðar vónir um, at flokkurin fer at fáa eitt hampiliga gott løgtingsval.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##

 

##med10##