Fleiri grønlendskir politikarar vóru við í mótmælisgonguni í gjár móti amerikanska forsetanum, Donald Trump, og ynski hansara um at fáa valdið á Grønlandi.
Har síggjast myndir úr Nuuk. Mótmælisgongan varð hildin undir slagorðinum - Fólkið í Grønlandi eigur Grønland.
Mótmælisgonga var eisini í næststørsta býnum í Grønlandi, Sisimiut.
- Vit kunnu hava so nógvar meiningar um so nógv ymiskt, men í júst hesum máli eru vit øll samd og standa saman, sigur formaðurin í Demokraatit, Jens-Frederik Nielsen, við grønlendska miðilin Sermitsiaq.
Flokkurin var stóri vinnarin á grønlendska valinum týsdagin. Jens-Frederik Nielsen luttók saman við virkandi landsstýrisformanninum, Múte B. Egede úr IA.
Mótmælisfólkini høvdu havt fleiri stór skelti við teksti á enskum, eitt nú "Yankee go home!" og "We are not for sale".
Nógv høvdu eisini grønlendsk fløgg og trummur við til mótmælisgongu í Nuuk.
Journalistar, sum hava verið til staðar á mótmælisgongunum, siga frá stórari luttøku.
Ein kvinna, sum hevur búð í Nuuk í 40 ár, sigur við DR, at hon hevur ongantíð áður sæð so nógv fólk savnað saman.
TV 2 skrivar, at amerikanska konsulátið hevði tikið amerikanska flaggið av konsulátinum í gjár. Eftir mótmælisgonguna vóru nøkur grønlendsk fløgg eftir í kavanum í staðin.
Mótmælisgongurnar henda í kjalarvørrinum av, at amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur sagt, at hann trýr uppá eina amerikanska hertøku av Grønlandi.
Trump brúkti sjálvur ikki orðið hertøka (anneksión), men tá hann varð spurdur um hugsan hansara um eina møguliga anneksión, var svarið, at hann "heldur, at tað fer at henda."
Útsøgnin var tann seinasta í eini røð av útsøgnum, har Trump hevur sagt, at hann heldur, at ræðið á Grønlandi er týdningarmikið.
Fríggjadagin fekk hetta formenninar í teimum fimm flokkunum, sum vóru valdir í grønlendska landstingið, at koma ásamt um eina yvirlýsing, har teir kallaðu útmeldingarnar óhóskandi.
/Ritzau/
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##
##med12##
##med13##
##med14##
##med15##
##med16##
##med17##
##med18##
##med19##
##med20##
##med21##
##med22##
##med23##
##med24##
##med25##
##med26##
##med27##
##med28##
##med29##
##med30##
##med31##
##med32##
##med33##
##med34##
##med35##
##med36##
##med37##
##med38##
##med39##