Fríggjakvøldið á Summar Festivalinum er við at vera av, og hetta kvøldið hevur havt nógv at bjóða uppá.
Ársins høvuðsnavn, Zara Larsson, framførdi í kvøld, og hon vísti føroyingum, hvussu feskur poppur skal framførast í altjóða stíli. Aftrat henni vóru føroysk nøvn sum Lena Anderssen, T.O.S, Kjølar og Heiðrik eisini á skránni. Sum tað síðsta í nátt var fagnaðarkonsertin á Vágsbø við 15 ymsum føroyskum tónleikarum við 15 ymsum fólkakærum landaplágum.
Sí myndirnar frá fríggjakvøldinum niðanfyri, sum Johan Johannesen og Jens Kristian Vang hava tikið.