Myndir: Hóskvøldið á G!

Dagurin í gjár hevði nógv gott at bjóða uppá. Her eru nakrar myndir frá konsertunum hóskvøldið

Hósdagurin á G! festivalinum hevði nógv at bjóða uppá. Veðrið vísti seg frá sínari bestu síðu við sól og stilla allan dagin. Hitapottarnir vóru fullir av fólki allatíð, og tað sást, at fólk vóru í góðum lag og notu hvørja stund. 

 

Nógvur góður tónleikur var at hoyra bæði við føroyskum og útlendskum tónleikarum. Jasmin, Marius Ziska og Elingborg spældu m.a., og so var stóra danska navnið Scarlet Pleasure á Sandinum um midnátt. Teir spældu eina góða konsert og dugdu væl at fáa lív í fólkið við dansi og popputum tónum. Íslendsku Úlfur Úlfur fingu sum teir síðstu framførandi lív í Spæliplássið við sínum orkufulla íslendska rappi. 

 

Myndir frá í gjár eru at síggja her. 

Fotografur: Jens Kristian Vang