Myndir: Leggja rør til Varðan

Síðsta hond er løgd á nýggja virkið, og nú er næstan klárt

Nú styttist veruliga, til Varðin Pelagic á Tvøroyri fer at byrja framleiðsluna aftur.

 

Seinastu dagarnar hevur arbeitt verið við at leggja rør til innsúgvingina til prossesvatnið til virkið. Rørleggingin var tað síðsta, sum var eftir av byggingini av Varðanum. Hetta eru rørini, sum verða brúkt til at pumpa sjógv inn á virkið við. 

 

Nakrar fáar fínjusteringar eru eftir, og Heilsufrøðiliga starvsstovan skal eisini gera kanningar av virkinum og góðkenna tað, áðrenn framleiðslan kann byrja.

 

Tað eru SJH Commercial Divers, ið hava staðið fyri rørleggingini. Rørini vórðu sett saman uppi á landi á Drelnesi, og harfrá varð eitt rør á 180 metrar tilsamans lagt niður á sjógv og forbundið við Varðan. 

 

Sí myndirnar niðanfyri, tá rørini vórðu sett saman og løgd á sjógv.