Myndir: Stóra Halloween veitslan í Kollafirði

Í kvøld er allahalgannaaftan ella Halloween, sum dagurin verður róptur í USA. Halloween er verður hátíðarhildið við at loypa ræðslu á onnur í óhugnaligum búnum og óhugnaligum prýði. 

 

 

Í ár var tað fimta árið á rað, at Eiler Fagraklett, Laila av Reyni og Gvøðny Miriam Gunnarsson skipaðu fyri stórari veitslu allahalgannaaftan. Undanfarnu fýra árini hevur veitslan verið hildin á Signabø heima hjá Eileri Fagraklett, men í ár varð hon hildin í Kollafirði heima hjá Lailu av Reyni. Fleiri enn 50 fólk vóru í veitsluni. 

 

 

Sí myndir av óhugnaligum veitslukløddum gestunum og húsum niðanfyri.

 

 

Myndir: Eiler Fagraklett og Myndaboks