Myndir: Svartur svanur vilstur í Havn

Svanurin vildi ikki tað, sum fólkini vildu

Tað er ikki hvønn dag, at ein svartur svanur er at síggja í føroysku náttúruni. Tí kom tað óvart á fleiri, sum í dag sóu ein svartan svana svimja í Hoyvík.

 

Men talan var tó ikki um ein villan svartan svan. Petur Nolsøe eigur nevniliga tveir svanir av hesum slag, og hetta er annar teirra. Svanurin var farin á flog, nú meðan nógvur vindur hevur verið, og hann hevur so funnið seg til rættis í Hoyvík. Í kvøld hevur familjan hjá Peturi Nolsøe so roynt at fingið svanin heim aftur. Tey fingu góða hjálp frá nøkrum monnum, sum vóru við báti har í Hoyvíkini.

 

Men hendan uppgávan vísti seg at vera nokkso avbjóðandi. Teir royndu at reka svanin í land við tveimum bátum, men hann var ikki til at lumpa. Hvørja ferð hann nærkaðist landi, fann hann ein veg at sleppa sær millum bátarnar aftur.

 

##med2##

 

Fleiri fólk stóðu á landi, rundan um víkina, og ein maður hevði ein stóran glúp. Tey vónaðu at kunna fanga svanin við glúpinum og so taka hann við aftur niðan í garðin hjá Peturi á Ternuryggi.

 

Aftaná ein lítlan tíma hendi tað, sum ikki mátti henda. Svanin fór á flog. Við sínum stóra veingjabreiði fleyg hann púra ósmæðin inn móti landi og vendi so út á fjørðin við kós móti Nólsoynni. Ein sjáldsom, øðrvísi og vøkur sjón.

 

##med5##

 

Hvar svarti svanurin endaði, er enn óvist. Men eigararnir rokna ikki við, at hann orkar at flúgva so langt.

 

Hetta er aðru ferð, hann er farin á flog og fyrstu ferð, hann er rýmdur. Eigararnir vóna, at onkur sær svarta svanin og boðar frá, so hann kemur afturíaftur.

 

##med4##

 

##med3##