Myndir: Við Hiddenfjord á Sørvágsfirði

- Tað er okkara ábyrgd at gera alt, vit eru ment til tess at tryggja, at okkara virksemi ikki elvir til óneyðuga dálking ella útlát, sigur Atli Gregersen, stjóri í Hiddenfjord.

 

Í góðveðrinum í dag bjóðaði Hiddenfjord til forvitnisligan framløgufund á Fiskastykkinum í Sandavági, har ein frágreiðing um burðardygd varð løgd fram. 

Tað eru nú 600 dagar, síðan Hiddenfjord sendi seinastu nøgdirnar av laksi við flogfrakt út í heim fyri at gera sítt til at minka um Co2-útlát.

 

Hiddenfjord hevur eisini gjørt ein snotuligan faldara, sum ber heitið “Í samljóði við náttúruna”, og her verður spurningurin svaraður, hví ein slík frágreiðing nú er skrivað.

 

Í faldaranum er stutt frágreiðing um alifyritøkuna, hvør grundhugsjónin og málini hjá fyritøkuni eru, og her verður greitt frá, hvønn týdning burðardygd hevur fyri felagið.

Greitt verður frá ítøkiligum átøkum at basa laksalús, úrslitum av botnkanningum, um veðurlagsbroytingar og átøk at minka um Co2-útlát.

- Vit eru ein føroysk familjufyritøka, sum alir laks í samljóði við náttúruna. Burðardygd hevur altíð verið okkara fremsta raðfesting, síðan vit byrjaðu at ala fyrst í áttariárunum.

Atli Gregersen, stjóri í Hiddenfjord, sigur í innganginum til faldaran, at fyritøkan altíð vil gera sítt til, at aling á føroysku alifirðunum verður framtíðartryggjað. 

 

##med2##

- Tað er eisini okkara ábyrgd at gera alt, vit eru ment til tess at tryggja, at okkara virksemi ikki elvir til óneyðuga dálking ella útlát, hvørki her í Føroyum ella úti í heimi.

Hann sigur, at endamálið við frágreiðingini, sum felagið nú hevur lagt fram, er at vísa á, hvørja ávirkan virksemið av aling hevur, og hvat Hiddenfjord ítøkiliga ger – og ætlar at gera – fyri at minka um ávirkanina á umhvørvið.

- Hetta vilja vit gera á ein hátt, sum er greiður, erligur og er bindandi fyri okkum, sigur hann.

Atli Gregersen sigur, at við frágreiðingini vil Hiddenfjord eisini vísa á, hvat felagið metir, at myndugleikarnir kunnu gera fyri at tryggja, at vit fáa eina so burðardygga alivinnu í Føroyum sum gjørligt.

- Okkara eftirkomarar skulu hava somu góðu treytir at liva í og saman við náttúruni, sum vit hava í dag. Álit og opinleiki eru hornasteinar hjá okkum.

Stjórin heldur, at umhvørvismenning er treytað av opinleika, og at vinnan viðurkennur sínar avbjóðingar, so hesar kunnu loysast.

- Tí halda vit okkum hava ábyrgd at vísa á, hvørja ávirkan vit hava á umhvørvið, sigur Atli Gregersen, stjóri í Hiddenfjord.

In.fo og Sosialurin fara at venda aftur til ymiskt av tí, sum Hiddenfjord lýsir í frágreiðingini um burðardygd.

 

##med3##

Eftir sjálvan framløgufundin á Fiskastykkinum í morgun bjóðaði Hiddenfjord til ein fantastiskan stimitúr út eftir Sørvágsfirði, og her varð fyrst steðgað eina løtu við afturlatnu aliringarnar, sum felagið hevur lagt út á fjørðinum.

Her liggja fýra slíkir ringar, og nótirnar í hvørjum av hesum ringum verða á 15.000 rúmmetrar hvør. Ein fóðurskipan er knýtt at ringunum, og her er eisini móttøka av tí, sum fellur frá alingini við eitt nú fóðring og skarni.  

Íløgan hjá Hiddenfjord í aliskipanina, sum í fyrsta lagi hevur til endamáls at sleppa undan laksalús og fiskadeyða, er 140 miljónir krónur tilsamans, og í felagnum eru tey sera spent, nú fyrstu smoltini skjótt verða sett út í nýggju skipanina, sum er hin fyrsta av sínum slag í Føroyum.

Her eru nakrar flottar myndir frá túrinum í góðveðrinum, sum Hiddenfjord bjóðaði miðlunum á Sørvágsfirði í morgun.

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##

 

##med10##

 

##med11##