Danir upplýsa um Føroyar
Um ein føroyingur skrivar til donsk bløð og er fyri fullveldi, kemur tað ikki í. Hetta hava fleiri sagt mær. Sjálvur havi eg ikki roynt tað, tí eg havi hildið tað vera nyttuleyst at siga frá støðuni, sum eg og meira enn helmingurin av fólkinum síggja hana. Flestu danir vita einki um Føroyar, uttan tað at Føroyar kosta teimum nógv og gevur teimum nógvar kvalir. Hinir hava eitt glansbílæt, har danir eru gávumildir einglar og føroyingar fittir óvitar.
Sum Jóannes Patursson segði á ólavsøku 1946 við H. D. Joensen: »Teir vilja bara eiga okkum sum kúgv á heimabeiti«. Jú, okkurt kemur í, men tá má ein fittur partur av greinini høgga niður á føroyingar ella sleikja fyri dønum.
Dimma skal takkast fyri, at hon í nr. 93 prentar grein eftir sjálvan blaðstjóran á Politiken, Tøger Seidenfaden: »Det færøske landsstyre kan ikke tages alvorligt«. »Jeg kender ikke meget til Færøerne« byrjar hann og viðgongur, at tað er, »en spændende og værdifuld del af det land jeg lever i«, og so tað vanliga at vilja føroyingar hava frælsi, skulu teir fáa tað. At enda, aftan á at hava niður-gjørt landsstýrið biður hann okkum: »Og lad så være med at plage os«.
Fyrst í mai hevur Weekendavisen stóra grein, Uhellig alliance, skrivað av tí høgravenda (av slagnum frá kalda krígnum) Ulrik Høy. Hann hevur funnið ein føroying, Virgar Dalsgaard, sum hevur verið 40 ár í Danmark, at vera tøkan tápuling ella glaðbeintan frásøgumann. Og tað er ikki hissini frásgnir teir borðreiða við: »Hoydal-dynastiet«, um Kjartan Hoydal, pápa Høgna, og beiggjan Gunnar Hoydal. Onnur sleppa eisini upp í part, t.d. Z. Wang og Jóanes Niel-sen. Um Høgna Hoydal verður ikki sagt tað nógva, men tað er hann, teir vilja ráma og fullveldisætlanina. Vit fáa sjálvandi at vita, at hann er føddur í Danmark, og at hann hevur lisið har, at øll hansara barna- og unglinga skúlagongd hevur verið í Føroyum, hevur ongan áhuga. Áhugavert er, at Karsten Hoydal ikki verður viðgjørdur. Jú, at lesa hetta er sum fyrr í tíðini á bygd, tá ið menn brigsl-aðust. Síðst í greinini kemur tó spurningurin (kanska ætlað sum rosinan í pylsuendanum): »Har Høgni Hoydal også været betaget af kommunisterne?« Ja, han har også været der og var glad for det«. Eg tími ikki at viðgera greinina meir. Hon er tað ikki verd, men satt at siga, hevði eg ikki trúð, at eitt danskt blað, sum nógv halda vera besta ella næstbesta blað danir eiga, kemur sær at fylla eina heila síðu við tílíkum tvassi. Ein av okkara skilagóðu landsmonnum sendi blaðnum eina lítla síðuliga rættleiðing, men hon kom sjálvandi ikki í. Nei, vit mugu ikki bara fáa fullveldi, men reint lýðveldi, republik. Sjálv-andi skulu vit gera hesar samráðingarnar lidnar, men longu nú fyrireika samráðingar á hægsta stigi við okkara næstu grannar: Skotland, Ísland og Noreg. Hinumegin Oyrasund liggur tað framkomna Svøríki. Hesi lond eru minst líka framkomin sum Danmørk. Hví fara yvir um ánna eftir vatni? Hasi sekshundrað árini kunnu ikki brúkast til tað nógva. Teir 20.000 føroyingarnir, sum hava valt ella líðandi fest røtur har, ráða vit ikki fyri. Hvussu danir fara við teimum, ráða teir fyri. Hatta var enn eitt ljótt útspæl av teimum fyri at ræða. Lágt ríða teir. Annars haldi eg, at landsstýrið eigur at fáa teir at siga okkum, hvussu teir eru skrásettir, og hvønn teir skráseta sum føroying ella gita teir bara?
Fyri góðum hálvum ári síðani kom ein av mínum yngru vinmonnum til mín og spurdi, um eg kendi Virgar Dalsgaard. Mítt svar var: »Eg havi ongantíð hitt hann, men hoyrt skilafólk siga onkra ótrúliga søgu um mannin. Tá ið eg so spurdi meir, fekk eg altíð svarið: »Honum sigst ikki frá, hann skal upplivast««.
Maðurin hevði verið til onkran politiskan fund í Føroyahúsinum, har Virgar hevði havt orðið og millum mangt annað umrøtt meg sum kommunist. Hann hevði hildið mannin antin vera ávirkaðan av drøgg ella sansaleysan. Nú skilt hann alt betur. Tað man Ulrik Høy eisini hava skilt, men hann hevði brúk fyri einum tøkum tápulingi.
Steinbjørn B. Jacobsen